Eitt fjall fór at goysa í landsynningspartinum av Íslandi í morgun.
Tað boðar veðurstovan í landinum frá, skrivar tíðindastovan AFP.
Sambært íslendska miðlinum RUV eru fólk flutt burtur av stóra ferðafólkamálinum Bláa Lónið og einum kampingpláss í sambandi við gosfjallið.
Tað er ikki greitt, hvussu nógv fólk eru biðin um at fara úr økinum.
Gosið er við Sundhnúk-gjónna á Reykjanes-hálvoynni, upplýsir RUV.
Klokkan 02:20 í nótt vóru fleiri enn 130 jarðskjálvtar skrásettir í økinum, har eldgosið varð skrásett. Tað skrivar íslendska veðurstovan í fráboðan.
Reykjanes liggur umleið 50 kilometrar frá høvuðsstaðnum Reykjavík.
Minney Sigurðardóttir, serfrøðingur í náttúruvanda á veðurstovuni í Íslandi, segði við RUV í morgun, at gosið var á hepnum stað, tí tað var ikki ein hóttan móti nøkrum undirstøðukervi og var langt frá býnum Grindavík.
Enn eru ongar fráboðanir um, at gosið hevur havt við sær broytingar í flogferðsluni.
Landsynnings Ísland hevur verið rakt av fleiri gosum seinastu árini, og fólk eru flutt burtur úr fiskivinnubýnum Grindavík ferð eftir ferð.
Býurin hevði fyrr umleið 4.000 íbúgvar, men er nú bert nøkur fá, eftir at eldgos hava herjað í økinum fleiri ferðir.
Gosfjallið nærhendis Grindavík hevði ikki goyst í yvir 900 ár, áðrenn eitt gos byrjaði í mars 2021. Sambært AFP er gosið í dag tað 12. á Reykjanesi seinastu fýra árini.
Seinasta gosið var fyrst í apríl.
Sambært AFP hava veðurfrøðingar áður mett, at Reykjanes sera væl kann verða rakt av regluligum eldgosum mongu næstu árini - kanska enntá øldir.
/Ritzau/