Elin H. Joensen møtir fyri fyrstu ferð á býráðsfundi í dag

Á býráðsfundinum í dag fara faðir og dóttir at umboða Javnaðarflokkin, tá Elin H. Joensen tekur sæti í býráðnum.

 

Tað ger hon, tí at Kristianna Winther Poulsen er farin í farloyvi vegna arbeiði í Løgtinginum.

Elin H. Joensen er fyrsta varafólk hjá Javnaðarflokkinum. Hon fekk 205 atkøvður á býráðsvalinum seinast og var tvær atkvøður ov stutt at fáa triðja sessin hjá Javnaðarflokkinum, sum Kristianna Winther Poulsen fekk við 207 atkvøðum.

Elin H. Mortensen er dóttir Heðin Mortensen, sum hevur sitið í Tórshavnar býráð síðani hann varð valdur á fyrsta sinni í 1972.

Soleiðis verða faðir og dóttir í býráðnum, tá fundur verður í dag klokkan 16. Men tað er ikki fyrstu ferð, at foreldur og børn møta í býráðnum fyri Javnaðarflokkin. Á valinum í 2012 stillaðu Bjørghild Djurhuus og sonurin Rúni Djurhuus upp. Bjørghild varð vald. Rúni var tá fyrsta varafólk og hevði sæti í býráðnum nakrar ferðir – og tá sótu móðir og sonur á sama býráðsfundi.