Fyrr í dag heitti Trump á russiska starvsbróðurin um at steðga álopunum á Ukraina. Hetta hendi í einum uppslagi á sosialu miðlasíðuni Truth Social.
Í sambandi við, at norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, vitjar í Hvítu Húsunum í dag, er Trump spurdur, um Putin lurtar eftir áheitanini hjá honum.
– Ja, svarar Trump.
Tað skrivar Reuters.