Søgan um bilin er tann, at Hans Elmar keypti bilin á eini søluframsýning við ellisakførum, sum var í Fredericia í 1998.
Hann fór á framsýningina við tí í huga at keypa ein bil, um tað var onkur hann fekk hug á. Ímillum øll tey mongu ellisakførini, var hesin reyði Ford Anglia.
Hans Elmar fekk eitt gott prát við eigaran av bilinum, sum var bilmekanikari og hevði arbeitt við bilum alt sítt vaksna lív.
Hans Elmar hevði hug at keypa bilin, men prísurin var í hægra lagi. Eftir at hava tingast um prísin endaði tað við at hann keypti bilin, sum var í sera góðum standi.
Bilurin kom til Føroyar tann 14. apríl 1998 og skrásettur tann 23. apríl við nummarplátunum Fø 55.300.
Fyri 20 árum síðan keypti Hans Jákup Michelsen bilin frá Hans Elmari Poulsen. Bilurin er framvegis væl hildin og sær út sum nýggjur bæði innan og uttan.
Hans Jákup er limur í Føroya Ellisakførum, har hann hevur pláss til bilin í hølunum hjá felagnum undir Gráasteini. Hann koyrir við bilinum til flaggdagskoyring og til onnur tiltøk hjá felagnum.
Hesir Ford Anglia vórðu framleiddir av Ford Motor Company í Onglandi frá 1959 til 1967. Anglia vórðu avloystir av Ford Escort í 1968.
Tað sum serliga serliga verður lagt til merkis við hesum Ford Anglia er bakrúturin, ið vendir skeivan veg. Hetta er gjørt fyri at rúturin altíð skal vera reinur og útsýnið aftur eftir er gott.
Anglia var ein modernaður og væl umtóktur bilur í 60unum. Hesin hevur 40 hk, trumlubremsur framman og aftan og vigar 750 kg.
Flúgvarasertifikat áðrenn koyrikort
Tá Hans Elmar Poulsen kom til Føroyar við sínum Ford Anglia í 1998, vísti ein persónur serligan áhuga fyri bilinum. Tað var Hans Hansen, sum tá var flogskipari hjá Atlantic Airways.
Orsøkin til at Hans var so hugtikin av hesum Ford Anglia, var tann at hann keypti ein slíkan bil í 1967.
Hann búði í Norra tá, og var hetta hansara fyrsti bilur. Hann keypti bilin sum brúktan fyri 1.500 norskar krónur og setti hann í stand fyri umleið somu upphædd. Bilin átti hann í fimm ár og hevði bert góð minnir frá hesum Ford Anglia.
Hans Hansen hevði flúgvarasertifikat áðrenn hann tók koyrikort til bil. Tað var heldur sjáldsamt tá á døgum.
Her hjá okkum vóru Ford Anglia seldir sum persónbilar og sum vørubilar. Tað var P/F Wenzel Petersen, sum umboðaði Ford í Føroyum.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##
##med29##
##med30##
##med31##