Eitt lítið flogfar datt niður í dagá Southend flogvøllinum uttan fyri bretska høvuðsstaðin, London.
Sambært Sky News er løgreglan í Essex farin til eina "álvarsligari hending".
Miðilin skrivar eisini, at myndir, sum eru almannakunngjørdar á netinum, vísa eitt stórt skýggj av svørtum royki. Og eitt vitni hevur sagt, at hann sá ein "eldkúlu".
Lokali politikarin Matt Dent hevur skrivað um hendingina á sosiala miðlinum X:
- Enn veit eg bara, at eitt lítið flogfar er dottið niður á flogvøllinum, skrivar hann.
Tað var stutt fyri klokkan 16 at løgreglan fekk fráboðan um ein "samanstoyt", har eitt 12 metrar langt flogfar var við, hevur tað sagt í eini fráboðan sambært Sky News.
Ógreitt er, hvussu nógv fólk vóru umborð á flogfarinum.
Eftir ætlan skuldi flogfarið flúgva til Lelystad í Hollandi.
##med2##
Sambært flogtænastuni Flightradar var operatørurin av flogfarinum Zeusch Aviation, sum er eitt niðurlendskt felag, sum arbeiðir við medisinskum evakueringsflúgvingum og organflutningi.
Tað skrivar bretski miðilin The Independent.
Fleiri bretskir miðlar, eitt nú Mirror og The Times, skriva, at flogfarið var eitt medisinskt flutningsflogfar við útgerð til at flyta sjúklingar. Hetta er tó ikki staðfest.
Allar flogferðir til og frá flogvøllinum í Southend eru avlýstar orsakað av vanlukkuni. Tað boðaði flogvøllurin frá í kvøld í einum uppslag á sosiala miðlinum X.
- Vit taka flúgvingina uppaftur skjótast gjørligt og fara at halda almenningin dagførd um gongdina, stendur í uppslagnum.
/Ritzau/