Chelsea er heimsmeistari í fótbólti fyri felagslið.
Paris Saint Germain hevði eina rættiliga greiða favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum at vinna finaluna á MetLife leikvøllinum í East Rutherford í New Jersey. Men Chelsea var greitt betri, serliga í fyrra hálvleiki við tveimum málum hjá Cole Palmer og einum máli Joao Pedro, ið øll vóru skotin í fyrra hálvleiki vann Chelsea dystin 3-0.
Talan gjørdist um eitt gott 2025 hjá Chelsea, ið hevur vunnið bæði Conference League og HM fyri felagslið. Harumframt tryggjaði Chelsea sær fjórða plássið í Premier League, og sostatt luttøku í Champions League.
Chelsea vann eisini HM fyri felagslið í 2021. Tó var hetta tað fyrsta stóra endaspælið við 32 liðum.
Chelsea-Paris Saint Germain 3-0 (3-0)
1-0 Cole Palmer ('22 )
2-0 Cole Palmer ('30 )
3-0 Joao Pedro ('43 )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá HM-finaluni millum Chelsea og Paris Saint Germain:
##med2##