ES og Bretland eru samd um at byrja ein nýggjan kapittul í sambandinum eftir Brexit.
Tað siga bæði forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, og forsætisráðharrin í Bretlandi, Keir Starmer.
- Tað er ein stórur dagur, tí vit blaða nú og lata ein nýggjan kapittul upp.
- Tað hevur so stóran týdning í hesum tíðum, tí vit síggja eina øking í geopolitisku spenningunum. Men vit eru líkasæl. Vit deila virðir, sigur Ursula von der Leyen á felags tíðindafundi við Keir Starmer.
Mánadagin samdust ES og Bretland um tilsamans trý skjøl, sum fevna um eitt samstarv um verju og trygd.
Samstundis hevur tað eydnast pørtunum at leingja umstríddu avtaluna um atgongd til fiskiskap í bretskum sjógvi við 12 árum.
Afturfyri fær Bretland betri atgongd til at útflyta matvørur til ES.
- Damur og harrar. Bretland er aftur á heimspallinum, sigur Keir Starmer.
Hann heldur, at avtalurnar "merkja eina nýggja tíð" í viðurskiftunum millum Bretland og ES.
- Tað er ein vinn-vinn-støða. Bretland fær óvanliga atgongd til innanhýsis marknaðin hjá ES. Vit fáa betri atgongd enn onnur lond uttan fyri ES, sigur Keir Starmer.
Hann avsannar, at bretska stjórnin hevur vent bretskum fiskimonnum bakið við at geva ES-fiskimonnum 12 ára atgongd til bretskan sjógv í eini roynd at fáa avtaluna gjørda.
Fyri viðhaldsfólk var endamálið við Brexit at taka fullveldið aftur - og í tí sambandi, at royna at halda evropeiskar fiskimenn burtur frá bretskum sjógvi.
Hinvegin heldur Starmer, at avtalan er góð fyri bretskar fiskimenn, tí hon gevur betri atgongd til at útflyta matvørur til ES.
Hetta er gjørt gjøgnum eina sokallaða SPS-avtalu, sum merkir, at Bretland framhaldandi skal lúka ES-normar, men er undantikið einum hópi av eftirliti.
- SPS-avtalan hevur við sær, at okkara fiskimenn eru spardir fyri eina rúgvu av skrivstovuveldi.
- Yvir 70 prosent av okkara fiskaútflutningi fer á ES-marknaðin. Nú verður lættari hjá okkara fiskimonnum at selja til ES-marknaðin, sigur Keir Starmer.
Ursula von der Leyen heldur, at avtalurnar vísa, at ES og Bretland eru "góðir grannar".
- Nú hava vit gjørt koyriplanin, og uppgáva okkara er at fremja tað. Eg eri vísur í, at fólk fara at síggja positivu ávirkanina um nøkur ár í formi av minni embætisverki og lægri rokningum, sigur von der Leyen.
/Ritzau/