Amerikanski bilframleiðarin General Motors boðaði fríggjadagin starvsfólkum og umboðsmonnum frá, at hann fór at steðga við at senda bilar úr USA til Kina.
Tað sigur ein ónevndur talsmaður fyri felagið.
- Vegna munandi broytingar í búskaparligu umstøðunum hava vit avgjørt at umskipa Durant Guild og samsvarandi optimera virksemið hjá General Motors China, sigur talsmaðurin.
Durant Guild er ein lívsstílspallur, sum General Motors eigur. Tað er uppkallað eftir stovnaranum av General Motors, William Durant.
Hetta kemur í 90 daga steðgi á nýliga ásettu høgu tollinum millum Kina og USA.
Tann 2. apríl legði amerikanski forsetin, Donald Trump, ein grundtoll á tíggju prosent fyri flestu lond og ein enn hægri hevndartoll fyri eitt stórt tal av londum, sum sambært Trump ikki hava viðfarið USA rættvíst.
Men hevndartollurin varð stutt eftir settur á pausu í 90 dagar fyri flestu lond.
Hægsti tollurin á kinesiskar vørur endaði við at verða lagdur á, tá londini endaðu í handilskríggi. Kina svaraði aftur, og at enda var tollurin á amerikanskum vørum 125 prosent, meðan tann hjá USA á kinesiskum vørum var 145 prosent.
Í mai varð kunngjørt, at báðir partar lækkaðu tollin við 115 prosentstigum í 90 dagar, meðan kinesisk og amerikansk umboð fara at samráðast um fleiri varandi satsir.
Kappingarneytin hjá General Motors, Ford Motor, steðgaði sínum útflutningi til Kina í apríl.
Bilframleiðarar í USA vóru settir undir toll 3. apríl, harímillum ein toll uppá 25 prosent á innflutningi av bilum úr útlondum.
Tann 29. apríl skrivaði Trump undir eina fyriskipan, sum var ætlað at mýkja slagið frá tollinum til bilframleiðarar, sum framleiða í USA.
Bilframleiðarar noyðast ikki at rinda skatt av til dømis stáli og aluminium, stendur í fráboðanini.
Ritzau/Reuters