Liðið hjá Hákuni vann stórsigur - Liðið hjá Vilhelmi tapti fyri verandi meistarunum

Füchse Berlin er fremst í bundesliguni

Tvey føroyingalið vóru mánakvøldið í leiki í bestu týsku hondbóltsdeildini, bundesliguni.

 

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu á útivølli stórsigur 43-28 á Göppingen. Í steðginum vóru berlinararnir frammanfyri 21-11.

 

Tað gekk væl hjá Hákuni, ið skoraði fimm mál upp á seks málroyndir. Tíverri fyri Füchse Berlin vann Melsungen eisini sín dyst, so bæði liðini hava 50 stig hvør fyri 30 dystir.

 

Hóskvøldið 29. mai klokkan 19 verður toppdystir í Max Schmelling høllini í Berlin. Tá taka Hákun og liðfelagarnir móti Melsungen.

 

VIlhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf taptu á útivølli 28-34 (13-17) fyri verandi meistarunum, Magdeburg.

 

Vilhelm var tó effektivur. Hann fekk tveir málmøguleikar, og hann setti báðar í netið. Vilhelm var eisini noteraður fyri eitt upplegg til mál (assist).

 

Hannover er nummar fimm við 43 stigum, og teir mugu nú fokusera uppá at enda millum fimm tey fremstu liðini, og harvið sleppa at spæla í EHF European League komandi kappingarár.