Amerikanski forsetin, Donald Trump, skrivar á sínum sosiala miðli, Truth Social, at Russland og Ukraina beinanvegin fara undir samráðingar við tí fyri eyga at fáa vápnahvíld og enda á krígnum.
Fráboðanin kemur eftir, at Trump mánadagin hevði eina tveir tímar langa telefonsamrøðu við russiska forsetan, Vladimir Putin.
- Eg haldi, at tað gekk ordiliga væl, skrivar Trump.
Trump skrivar víðari, at Vatikanið hevur víst stóran áhuga fyri at hýsa samráðingum millum Ukraina og Russland.
"Lat tilgongdina byrja!" skrivaði amerikanski forsetin.
Vladimir Putin sigur, sambært statsligu russisku tíðindastovuni Tass, at Russland er til reiðar at samstarva við Ukraina um at fyrireika eitt sonevnt memorandum um komandi friðarsamráðingar.
##med2##
Vápnahvíld við Ukraina er "møgulig", tá viðkomandi avtalur eru gjørdar millum londini, sigur Putin.
- Vit hava avtalað við amerikanska forsetan, at Russland fer at leggja upp til og er til reiðar at arbeiða saman við ukrainsku síðuni um eitt memorandum um eina møguliga framtíðar friðaravtalu, har nøkur punkt verða ásett, sigur Putin.
Hesar útsagnirnar komu eisini eftir tveir tímar langa telefonsamrøðuna millum forsetarnar báðar mánadagin.
Dmitry Peskov, talsmaður Putin, noktaði seint mánakvøldið at seta eina freist fyri, nær eitt memorandum kann vera klárt.
- Tað er eingin deadline, og tað kann ikki vera ein. - Tað er greitt, at øll vilja gera tað so skjótt sum gjørligt, men djevulin er sjálvandi í smálutunum, sigur Peskov sambært russisku tíðindastovuni Ria.
Amerikanski forsetin skrivar, at hann eftir samrøðuna við Putin hevur tosað við forsetan í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, leiðarar úr ES, Fraklandi, Italia, Týsklandi og Finnlandi.
Her kunnaði hann um, at samráðingar fóru at byrja beinanvegin.
Á tíðindafundi í Kiyv sigur Zelenskyj, at áðrenn samrøðuna hjá Trump við Putin, bað hann amerikanska forsetan um ikki at virka yvir høvdinum á ukrainsku stjórnini.
- Eg bað hann um ikki at taka nakrar avgerðir um Ukraina uttan okkum, segði Zelensky við tíðindafólk.
- Tað er ein prinsipiellur spurningur fyri okkum og sera týdningarmikil.
Ein ónevnd kelda við vitan um málið sigur við Reuters, at Zelensky tosaði við Trump “í nakrar minuttir” áðrenn samrøðuna hjá amerikanska forsetanum við Putin.
Í síðstu viku vóru samráðingar millum Ukraina og Russland í Turkalandi. Tað var fyrstu ferð, at umboð fyri londini hittust síðani fyrstu mánaðirnar av krígnum í 2022.
Samráðingarnar førdu ikki til semju um vápnahvíld.
/Ritzau/