Víkingur Reykjavík misti oddasessin

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir leikti javnt móti Stjörnuni

Gunnar Vatnhamar var við frá dystarbyrjan, tá hann og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík spældi dyst á Samsungvöllinum í Garðabær, har Stjarnan í dysti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini tók ímóti.

 

Dysturin endaði við javnleiki 2-2. Daníel Hafsteinsson legði Víking á odda, tá ein hálvur tími var leiktur. Gunnar var skiftur út í 67. minutti, og stutt aftaná skoraði Stjarnan tvey mál innanfyri fýra minuttir. Men Nikolaj Hansen javnaði til 2-2, og fekk bjargað Víkingi eitt stig.

 

Breiðablik er nú fremst í deildini við 16 stigum. Víkingur er næstfremst við 14 stigum. 

 

Komandi leygarkvøld klokkan 20.15 tekur Víkingur móti Akranesi á Víkingsvøllinum. 

 

Støðan:

 

Nr.Lið: DystirVJTMálmunur+/-Stig
1Breiðablik751113:9416
2Víkingur Reykjavík742115:7814
3Vestri74128:3513
4KR724122:15710
5Stjarnan731311:12-110
6Afturelding73138:10-210
7Valur723215:1239
8Fram730411:1109
9ÍBV72237:11-48
10FH721412:1207
11Akranes72057:18-116
12KA71246:15-95