Eyðstein heldur flaggrøðu

Eftir flaggdagshaldið í Hvalvík í morgin verður tombola og lutaseðlasøla á skúlaloftinum, og skótarnir fara at bjóða kaffi og køkur

Fríggjadagin 25. apríl, sum er í morgin og er føroyskur flaggdagur, verða fleiri flaggdagshald kring landið.

 

Soleiðis verður eisini í Hvalvík, og her verður byrjað við skúlan klokkan 15.

 

Tað verður borgarstjórin í Sunda kommunu, Eyðstein Zachariasen, sum fer at halda røðu, og Eiðis Ljómfelag fer at spæla.

 

Eftir flaggdagshaldið verður tombola og lutaseðlasøla á skúlaloftinum, og skótarnir fara at bjóða kaffi og køkur.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin til haldið, sigur Skótaliðið Borgin, sum skipar fyri flaggdagstiltakinum í Hvalvík í morgin.

 

##med2##