Eyðstein við takkarkvøðu

- Øll tiltøkini í samband við 20 ára føðingardagin vórðu bæði væl vitjað og væl avgreidd, sigur borgarstjórin í Sunda kommunu

- Í sambandi við 20 ára føðingardagsvikuskiftið, sum varð hildið í Sunda kommunu í døgunum, 7.-9. mars, skal ljóðað ein stór tøkk til øll tykkum, ið vitjaðu tiltøkini í kommununi so væl.

 

Soleiðis skrivar borgarstjórin í Sunda kommunu, Eyðstein Zachariasen, í einari takkarkvøðu.

 

- Somuleiðis ein tøkk til aðrar kommunur, ið bóru okkum heilsan í sambandi við dagin. Takk til allar miðlarnar, ið lýstu tiltøkini so væl og brúktu høvið at vitja okkara kommunu hetta vikuskiftið.

 

Borgarstjórin vísir á, at øll tiltøkini vórðu bæði væl vitjað og avgreidd.

 

##med2##

 

Ikki minst morgunmatartiltakið í Hósvík hevði sera stóra undirtøku, tí her vóru eini 500 fólk. 

 

- Umleið 200 vitjaðu kommunuskrivstovuna, og ein røð av fólki vitjaðu hoppilandið við Streymin, pubquiz'ina í Eydnuni og hoyrdu fyrilesturin hjá Sámali Matras, sigur Eyðstein Zachariasen

 

Á heimasíðuni hjá Sunda kommunu - www.sunda.fo - síggjast fleiri myndir frá stóra føðingardagstiltakinum, nú Sunda kommuna hevur lagt tey fyrstu 20 árini aftur um bak.

 

##med3##