Seinasti tingfundurin hesa tingsetuna verður klokkan 9:30 í dag.
Í gjár ljóðaði, at meirilutin fyri at hækka pensjónsaldurin nú er ivasamur, tí tingfólk í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi ikki vilja atkvøða fyri málinum.
Andstøðan hevur boðað frá, at tey taka ikki undir við málinum, so atkvøða bara tvey tingfólk úr samgonguni ímóti, so fellur málið.
Hóast málið um hægri pensjónsaldurin er knýtt saman við málinum um Suðuroyartunnilin, so tykist tað málið enn hava greiða undirtøku í Løgtinginum. Men ivi er reistur um fleiri viðurskifti, og í gjár heitti Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, á løgmann um at taka málið aftur og fyrireika tað betri og síðani aftur leggja tað fyri Løgtingið seinni.
– Hesin hátturin at trumfa og skrumbla mál ígjøgnum, sum eru so ivasom sum hetta, er at taka tingfólk til gíslar, tí tey hava ongan møguleika at gjøgnumskoða eitt mál við so nógvum leysum endum sum hetta. Var tað eitt minni lógarmál, sum støða skuldi takast til, so var tað kanska gamaní, men her er talan um nógv ta størstu verkætlanina í Føroya søgu, sigur Jóannes Eidesgaard.
– Mær tykir, at eg síggi ikki so lítið av maktarrogansu í hesum málinum, har atfinningar og alternativ uppskot verða skúgvað til viks sum óviðkomandi, og kritiskir spurningar verða tulkaðar sum mótstøða til, at ein Suðuroyartunnil kemur, sigur hann.
Viðvíkjandi pensjónsaldrinum hava løgmaður og Javnaðarflokkurin fingið alla fakfelagsrørsluna ímóti sær.
– At tað er við einum javnaðarløgmanni á odda, at hetta verður trýst ígjøgnum, er greitt boð um, at løgmaður ikki hevur tørv á samstarvi og stuðli frá fakfelagsrørsluni, skrivaðu Verkafólk í yvirlýsing í gjár.
– Tað er ikki fakfelagsrørslan, sum hevur vent løgmanni bakið, men heldur løgmaður og flokkur hansara, sum hevur vent fakfelagsrørsluni bakið. Hetta er veruleikin, nú 100 ár eftir, at fakfelagsfólk og onnur í hølunum hjá Havnar Arbeiðarafelag í 1925 stovnaðu flokkin, sum árið eftir gjørdist Javnaðarflokkurin, skriva fakfeløgini í yvirlýsingini.
Hetta svíður uttan iva hjá Javnaðarflokkinum og fær hann at hugsa um lagnuvalið í 1994, tá flokkurin fekk ein syngjandi lúsing frá veljarunum – og var í opnum stríði við fakfelagsrørsluna, sum stovnaði ein nýggjan flokk, Verkamannafylkingina. Javnaðarflokkurin fór á valinum í 1994 úr 10 tingfólkum niður í 5.
Tað verður eisini tosað um at stovna nýggjan flokk á vinstraveinginum, og tað kann raka serliga Javnaðarflokkin sera hart til eitt komandi løgtingsval.
Skráin til tingfundin í dag er hendan:
Dagsskráin, mánadagur, 19. mai 2025, kl. 09:30
1 |
3. viðgerð LM-073/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Áseting av pensjónsaldri) |
2 |
3. viðgerð LM-109/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Tíðartreytað pensjón o.a.) |
3 |
3. viðgerð LM-071/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov om en investeringsfond for Færøerne m.v. (Um støðuna hjá grunninum sum almennur grunnur, rentufrítt og avdráttarfrítt lán til P/F Vága Floghavn og P/F Suðuroyartunnilin o.a.) |
4 |
3. viðgerð LM-072/2024 - Uppskot til løgtingslóg um Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum |
5 |
Framløga |