Faxe Kondi kvinnur: Kyndil vann greitt á VÍF

H71 og Kyndil eru fremst í bólki 1

Ein dystur var í kvøld leiktur í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum.

 

Í bólki 1 tók Kyndil móti VÍF í høllini á Hálsi í Havn. Kyndil setti alt upp á pláss í fyrra hálvleiki. Í steðginum vóru kyndilskvinnur á odda 19-6. Tá 49 minuttir vóru leiktir var Kyndil á odda 27-12. Seinastu løtuna steðgaðu vestmannakvinnurnar bløðingina og fingu minka munin til endaligu støðuna 29-23 til Kyndil.

 

Enn einaferð var Turið Arge Samuelsen toppskjútti hjá Kyndli. Hesaferð við 10 málum. Rakul Borgarlíð Joensen var toppskjútti hjá VÍF við seks málum. 

 

H71 og Kyndil eru fremst í bólki 1 við tveimum stigum hvør. VÍF og VB hava einki stig. 

 

11. desember hittast VÍF og VB í høllini í Vestmanna. 12. desember verður oddauppgerð í høllini á Hálsi, tá Kyndil tekur móti H71.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum millum Kyndil og VÍF:

 

##med2##