Fimm frystilínuskip fiska undir Føroyum

Útlitini til útróður hesa vikuna eru vánalig, tí hóast streymurin er hampiligur, eru veðurvánirnar einki serligar

Í løtuni er eitt ísfiskalínuskip vestanfyri og fær mest av toski og hýsu. 

- Eitt frystilínuskip fiskar í íslendskum sjógvi, og fimm frystilínuskip fiska undir Føroyum.

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

Um vónirnar fyri útróðri í vikuni verður sagt, at streymurin verður hampiligur, men veðurvánirnar eru einki serligar.

Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri í vikuni.

- Kanska onkur av teimum størru útróðrarbátunum ger onkran túr í vikuni, verður lagt aftrat.