Finnast at chattbotti hjá Elon Musk fyri svar um Hitler og jødar

Chatbot, sum varð mentur av einum felag, sum Elon Musk eigur, hevur millum annað skrivað um "anti-hvítt" hatur

Sum brúkari av sosiala miðlinum X kanst tú seta chatbottinum Grok spurningar. Funnist verður at fleiri av svarunum. - Mynd: Dado Ruvic

Chatbotturin Grok, sum varð gjørdur av fyritøkuni xAI hjá ríkmanninum Elon Musk, er komin við svarum, har hann rósar Adolf Hitler, finst at islam og ákærir jødar fyri at stuðla "anti-hvítt" hatur.

Tað sæst á svarum, sum chatbotturin hevur givið brúkarum á sosiala miðlinum X. Hetta veit tíðindastovan AFP at siga.

Sum brúkari av sosiala miðlinum, sum eisini Elon Musk eigur, hevur tú møguleika at gera eitt uppslag, har tú setur Grok ein spurning. Botturin svarar síðani við einum almennum svari.

Kjakbotturin er svarið hjá xAI til kjakbottar sum ChatGPT og Deepseek.

Í einum innleggi á X skrivar xAI, at tað er vitandi um málið.

– Vit eru vitandi um tey seinastu innleggini, sum Grok hevur gjørt og arbeiða aktivt við at beina óhóskandi innleggini burtur, verður skrivað.

Ein dómstólur í Turkalandi hevur bannað atgongd til eina røð av uppsløgum frá Grok, har funnist verður at forsetanum í landinum, Recep Tayyip Erdogan, og muslimskum átrúnaðarligum virðum.

Turkiskir miðlar endurgeva samferðslumálaráðharran í landinum fyri at siga, at atgongdin til Grok verður fullkomiliga stongd, um tað verður neyðugt. Tað veit Reuters at siga frá.

Pólska stjórnin hevur eisini meldað chatbottin til ES-nevndina.

Innleggini frá Grok hava eisini fingið atfinningar frá amerikanska jødiska lobbyfelagsskapinum ADL.

– Tað, sum vit síggja frá Grok beint nú, er heilt einfalt ábyrgdarleyst, hættisligt og antisemitiskt, sigur felagsskapurin í einum uppslagi á X.

Chatbotturin hevur millum annað víst á "anti-hvítar" stereotypir og sagt, at yvirmenninir í Hollywood yvirhøvur eru jødar.

Í einum innleggi í dag skrivaði Grok sjálvt, at tað royndi at vera sarkastiskt, tá tað nevndi Hitler.

Elon Musk hevur ikki beinleiðis gjørt viðmerkingar til ósemjuna við chatbottin. Men fríggjadagin skrivaði hann á X, at Grok hevði fingið eina nýggja stóra dagføring, og at brúkararnir fóru at merkja munin.

 

/Ritzau/

 

Sum brúkari av sosiala miðlinum X kanst tú seta chatbottinum Grok spurningar. Funnist verður at fleiri av svarunum. - Mynd: Dado Ruvic