Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

Í summar 2025 stendur eitt heilt ættarlið av ungum framman fyri nýggjum hurðum. Summi hava júst fingið húgvuna, onnur BA‑pappír ella kandidatheiti og nøkur hava forsvara ph.d.-ritgerðina. Eitt heilt lív tykist lata seg upp saman við summarsólini og teimum longu, ljósu kvøldunum.

 

Fyri okkum, ið framvegis lesa – ella sum hava valt arbeiðsmarknaðin beint eftir prógv – er summarferian eisini tann søta árstíðin, har vit sleppa at kjúkla um síni systkin, síggja ommu og abba, og hitta vinfólkini, gomul sum nýggj. Men tung luft liggur kortini yvir hesum gleðismyndum: Vit síggja familju og vinir bara fáar ferðir um árið, tí tey flestu hava ikki møguleika at flyta heim at búgva. Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur – eina ársins einastu, stuttligu viku – heldur enn ein partur av gerandisdegnum.

 

Mitt í hesum summargleimum standi eg sjálv – 23 ára gomul, búgvi í eini leiguíbúð hjá Bústaðir og havi júst lokið 2. semestur (fyrsta árið) á stjórnmálafrøði á Setrinum. Hetta skuldi verið ein tíð, har eg byggi dreymar og skapi møguleikar, men ístaðin eru dagarnir merktir av rentuhækkingum, dýrum leiguprísum og einum bústaðarmarknaði, har ein 60 m² íbúð kostar meira enn ein vanlig løn kann gjalda.

 

Vit hoyra aftur og aftur, at Føroyar eru eitt av heimsins ríkastu londum. Men tá fíggjarligi ótryggleikin liggur sum ein steinur á bringuni, kenni meg tiknan fyri turran spott. Vit kalla okkum eitt “ríkt“ samfelag, men tó bert bara á pappíri; nú vilja vit síggja, at ríkidømið eisini merkist í lummanum og í gerandisdegnum. Tað tykist heldur sum um, at um eg vil liva eitt virðiligt lív, má eg annaðhvørt gerast rík – ella vera sera heppin.

 

Leigan er hægri enn lønin, húsaprísirnir eru sprongdir til dýrdar, og næstan helvtin av ættarliðnum flytir av landinum á hvørjum ári. Tað snýr seg um umleið 5.000 ung, sum – sambært Heri á Rógvu, granskari á Lóðum  – liva undir verri fortreytum enn tey, ið vóru ung fyri bara tíggju árum síðan. Vit missa skattaborgarir, vit missa nýskapan, og vit missa vónirnar um eitt samfelag, har ættarliðini renna saman í staðin fyri at slitna frá hvørjum øðrum.

 

Tølini vísa, at nettofráflyting av ungum heldur á fram – og at yvir 1.100 børn liva í fátakarvága í dag. Tað eigur at vera ein ávaring: hetta er ikki bara ein „lívsfasa“, sum fer at ganga yvir av sær sjálvum; missa vit fleiri ung, riskera vit, at vælferðarskipanin kollapsar.

 

Men trýstið er ikki bert fíggjarligt – tað setur seg eisini sum ein mental byrða. Nýggjasta kanningin “Hussu hevur tú tað?” vísir, at helvtin av okkum ungu stríðast við tunglyndi og strongd. Orsøkin er ikki, at vit eru dovin; tað er, tí fíggjarligur ótryggleiki etur seg inn á nervarnar. Hóast flottar sementsbrýr, hallir og tunlar eru glæsiligar at vísa fram, so hjálpir einki betong okkum at sova um náttina, tá fíggjarliga støðan er pressað til tað ytsta.

 

Vit mugu spyrja okkum sjálvi, hvussu tað ber til, at milliardir verða stoyttar í marglætisverkætlanir av betongi, meðan almannaveitingar, lestraríbúðir og almenn bústaðarbygging verða skumpað til síðis. Hvussu kann tað vera, at ágóðin av felags tilfeinginum endar hjá fáum, ímeðan fleiri enn nakrantíð mangla atgongd til sjálvsøgdu tingini: ein bústað, eina lækna­tíð, eitt pláss í dagstovni, ella bara ráð til matvøru og busskort?

 

Eg droymi um eitt Føroyar, har tað ikki krevur viðfødd forrættindi at finna sær bæði ein tryggan bústað og eina løn, ið lyftir teg upp úr fíggjarligu ótryggleikanum. Vit ungu eru bundin at hesum oyggjum og vilja gera okkum eina framtíð her – men tað ber einans til, um vit fáa pláss á bústaðarmarknaðinum og ágóðum samfelagsins.

 

Tí biði eg um, at vit raðfesta fólkið fyrst. Vit mugu endurskoða bæði Bústaðir og Húsalánsgrunnin, so skipanirnar tæna teimum, ið hava tørv á tí, við at tryggja virðiligar og bíligar bústaðir til bæði lesandi, ung og barnafamiljur. Vit mugu eisini seta reglur fyri útleigan av bústøðum, so at fólk ikki skulu gjalda dýrar leigur fyri íbúðir, sum eru heilsuskaðiligar og óvirðiligar at búgva í. Byggið almenngagnligar bústaðir á øllum oyggjum, skatti allar spekulantar, sum eru við at pressa prísin til tað ytsta; lat rentustuðulin tryggja, at vit ikki liva á markinum til fátækradømi; og gevið okkum sálarhjálp uttan bíðilista – tí strongd drepur dreymar, áðrenn teir blóma.

 

Vit ungu hava brúkt barndómin á skúlabonki her í Føroyum. Tað hevði verið vitleyst at lata alt hetta potential fara út um landoddarnar fyri ongantíð at venda aftur. Tá vit banka upp á dyrnar, má onkur loyva okkum inn.

 

Men tað er ikki nokk bara at sleppa inn sum gestir. Vit vilja sleppa at seta okkum við borðið, har avgerðirnar verða tiknar, og leggja okkara orku, okkara grønu hugskot og okkara skapandi kraft til verka. Gevið okkum lut í ábyrgdini – so verður potentialið, sum vit hava bygt upp í skúlastovum, miðnámsskúlunum og á Setrinum, vend til veruligt virði fyri alt samfelagið.

 

Lat okkum tora at siga: Nú er nokk. Vit eru ikki postkort – vit eru fólk. Um eitt samfelag veruliga vil bera seg at sum ríkt, má tað fyrst og fremst tryggja, at fólkini kenna seg trygg –  at virðiligur bústaður og fíggjarligur tryggleiki eru sjálvsøgd rættindi hjá øllum. Gev okkum henda fíggjarliga friðin fyrst, so skulu vit sjálvi skapa ta kreativu, grønu og spennandi Føroyar, sum tølini á Excel‑arkinum hava lovað alt ov leingi.

 

Milia Egilsnes Anda – lesandi á Setrinum.