Finska kringvarpið: Hetta er ein marra hjá HJK Helsinki

Svensktmæltu miðlarnir í Finnlandi geva ilt av sær aftaná 0-4 tapið í Klaksvík

Fótbólts-Finnland er skelkað. Tað hevur givið endurljóð í Finnlandi, at NSÍ bankaði HJK Helsinki 4-0 í fyrra dystinum í Conference League undankappingini. 

 

Størsti svensktmælti miðilin í Finnlandi, Hufvudstadsbladet staðfestir, at tað er blýggjtungt hjá finsku liðunum í Evropa. Tá er eisini 1-2 tapið hjá SJK Seinäjoki á heimavølli fyri KÍ teimum í huga:

 

##med2##

 

Finska kringvarpið, YLE skrivar, at talan er um: "eina marru" hjá HJK. Teir staðfesta, at finska liðið hevur eitt tungt fjall at klatra nú teir eru aftanfyri 0-4 undan returdystinum á Bolt Arena leikvøllinum:

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

NSÍ spælir móti HJK á utivølli hósdagin klokkan 17, ið er klokkan 19 finska tíð. Sama kvøld klokkan 19.45 spælir KÍ móti SJK á vøllinum við Djúpumýrar.