Forbókstavirnir vístu seg at vera eitt dulnevni fyri finska forsetan, Alexander Stubb.
Tað upplýsir finska tabloid-blaðið Ilta-Sanomat.
Eftir at hava klárað ein tein uppá 750 metrar av svimjing, 20 kilometrar á súkklu og fimm kilometrar renning, gjørdist áhoyrarunum greitt, at forbókstavirnir duldu luttøkuna hjá finska forsetanum.
Í sólbrillum og ítróttarhúgvu, sum varð drigin fast niður yvir andlitið, rann 57 ára gamli forsetin, svam og súkklaði seg gjøgnum kappingina.
Tað tók honum beint yvir ein tíma at klára kappingina og fara yvir um málstrikuna.
Tann tíðin tryggjaði forsetanum eitt annað pláss.
Renningin endaði eisini sum eitt familjutiltak. Sonur Alexander Stubb luttók eisini í tríkappingini leygardagin.
/Ritzau/