Longu tíðliga í nátt vistu útlendskir miðlar at siga, at í minsta lagi níggju fólk eru dripin og 63 hava fingið løstir í russiskum álopi á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv.
Talan var um eitt ógvusligt dronu-og rakettálop á ukrainska høvuðsstaðin. Seks børn er millum tey 42 særdu, sum eru innløgd á sjúkrahús, veit The Kyiv Independent at siga.
Fleiri íbúðarbygningar eru raktir, og leitað hevur í nátt og í morgun verið eftir fólki í leivdunum av bygningunum, siga neyðhjálparfólk á staðnum.
Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, boðaði frá stóra russiska álopinum á høvuðsstaðin í nátt, og her segði hann eisini, at fólk liggja í leivdunum av knústum bygningum.
##med2##