- Deyðiliga russiska álopið á ukrainska høvuðsstaðin í nátt vísir, at tað eru russar, sum liggja í buktini fyri einari friðartilgongd í Ukraina.
Tað sigur uttanríkisleiðarin í ES, Kaja Kallas.
- Samstundis, sum Russland sigur seg ynskja frið, fremur landið deyðilig álop á Kyiv. Tað er ikki ein roynd at leita eftir friði, men ein láturliggering av støðuni.
Uttanríkisleiðarin í ES skrivar á X, fyrrverandi Twitter, at avbjóðingin er ikki Ukraina, men Russland, sum hevur óbroytt mál við krígnum.
Í minsta lagi níggju fólk lótu lív og fleiri enn 60 fingu løstir í russiskum dronu-og rakettálopum á ukrainska høvuðsstaðin í nátt.
Tíðindastovan NTB skrivar, at fleiri íbúðarblokkar í Kyiv vórðu raktir, og børn eru millum tey særdu í ógvusliga russiska álopinum í nátt.