Í nátt framd Ísrael aftur loftálop í Gazageiranum, og heilsumyndugleikarnir í Gaza siga í morgun, at í minsta lagi 326 palestinar hava latið lív í álopunum. Fleiri liggja framvegis undir húsaleivdum, og sambært heilsumyndugleikunum er bjargingararbeiði í gongd.
Sambært norska kringvarpinum - NRK - ið er millum miðlarnar, sum skriva um ísraelsku álopini í nátt, verður sagt, at heilsumyndugleikarnir í sínum tølum yvir deyð skilja ikki ímillum herfólk og sivil.
Ísrael sigur, at málið við álopunum í nátt var at raka "terrormál hjá Hamas", sum tikið verður til.
Shifa-sjúkrahúsið í Gazabýi er størsta sjúkrahús í Gazageiranum, og her verður sagt, at tørvur er á kapasiteti, og heilsumyndugleikarnir siga eisini á Telegram, at blóðbankin í Gazageiranum er uppi.
Tískil verður heitt á íbúgvar um at geva blóð fyri at nøkta tørvin.
Stjórin á Nasser-sjúkrahúsinum har suðuri í Gazageiranum, Mohammed Zaqout, heitir á heimssamfelagið um hjálp eftir ísraelsku álopini í nátt.
- Eg heiti á heimssamfelagið um at grípa inn fyri at bjarga mannalívum og bjarga tí, sum bjargast kann eftir ógvusligu álopni, skrivar sjúkrahússtjórin sambært Reuters.
Á skrivstovuni hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, verður sagt, at bæði forsætisráðharrin og verjumálaráðharrin, Israel Katz, hava heitt á ísraelska herin - IDF - um at berja niður yvirgangsfelagsskapin Hamas í Gazageiranum.
##med2##
Sagt verður, at álopini koma eftir, at Hamas heldur aftur við at lata ísraelskar gíslar leysar, og Ísrael sigur eisini, at Hamas hevur víst aftur øllum uppskotum frá serliga sendimanninum hjá USA í Miðeystri og frá meklarum annars.
- Ísrael fer nú at aftur brúka hermegi móti Hamas, verður sagt í tíðindaskrivi.
Hamas heldur framvegis aftur fleiri ísraelskum gíslum í Gazageiranum, sum partarnir hava samráðst um í langa tíð, og Ísrael sigur nú sambært AFP-tíðindastovuni, at landið fer at halda fram við álopunum, so leingi, sum Hamas ikki letur gíslarnar leysar.
Familjur hjá gíslunum, sum Hamas framvegis hevur í fangilsi, fordøma sambært ísraelsku ávísini Haaretz ísraelsku álopini, tí tey halda, at nýggj álop seta gíslarnar, sum eftir eru, í enn størri vanda.
##med3##