Talsmaðurin hjá ísraelsku stjórnini, David Mencer, sigur, at uppafturtøkan bardøgum í Gaza er "fult samskipað" við USA.
Tað upplýsir tíðindastovan AFP.
Fyrr dag fór Ísrael undir eitt umfatandi álop í Gaza, sum sambært palestinsku heilsumyndugleikunum, sum Hamas stýrir, hava kostað yvir 400 fólkum lívið.
- Eg kann staðfesta, at afturvendan til harðar bardagar í Gaza er fult samskipað við amerikansku stjórnina, segði Mencer á einum tíðindafundi.
- Ísrael hevur takkað Trump forseta og stjórn hansara fyri teirra ótroyttiliga stuðul.
Millum tey dripnu eru fimm leiðandi limir í Hamas, skrivar The New York Times.
Ein tíðindaskrivari í Hvítu Húsunum upplýsti í nátt okkara tíð, at tey vóru kunnað av Ísrael áðrenn álopið. Tað kom fram í samrøðu við Fox News.
- Sum Trump forseti hevur gjørt greitt - Hamas, Houthis, Iran, og øll, sum royna at terrorisera ikki bara Ísrael, men USA, rinda prísin. - Alt helviti fer at bresta á, segði Karoline Leavitt.
Álopini eru tey mest umfatandi, síðani Ísrael og Hamas gjørdu vápnahvíld frá 19. januar.
Vápnahvíldaravtalan er býtt upp í fleiri stig. Í fyrsta umfari vórðu fangar og gíslar skiftir millum Ísrael og Hamas.
Partarnir báðir eru ikki samdir um at halda fram við vápnahvíldini, eftir at fyrsta stig gekk út 1. mars.
Kríggið byrjaði 7. oktober 2023, tá Hamas leyp á Ísrael og drap 1211 fólk. Hamas tók 251 fólk sum gíslar undir álopinum.
Mett verður, at næstan 60 gíslar framvegis eru í Gaza, og minni enn helvtin verður hildin at vera á lívi, skrivar CNN.
Álopini henda tí, sambært Ísrael, at Hamas hevur fleiri ferðir noktað at lata gíslar leysar, skrivar AFP.
Ein høgur embætismaður í Hamas sigur við Reuters, at ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, og stjórn hansara hava avgjørt at ”kollvelta” vápnahvíldaravtaluna við álopinum.
Hetta kundi tí verið ein vandi fyri teir gíslarnar, sum eru eftir.
/Ritzau/