106 lið og gott 700 børn hava meldað seg til kappingina, har 341 dystir skulu spælast í tveir dagar.
Jolly Summar Cup er eitt afturvendandi tiltak, sum gevur yngru leikarunum møguleika at royna seg í einum livandi og spennandi umhvørvi. Samstundis er tað ein festlig stevna fyri bæði børn og vaksin – ein uppliving fyri alla familjuna.
– Vit bjóða øllum vælkomnum niðan í Gundadal at stuðla, heppa og njóta hesa fantastisku fótbóltsveitslu, skrivar ungdómsnevndin hjá B36.
Kappingarskráin fyri Jolly Summar Cup sæst á https://jollysummarcup.cups.nu