-
Í ólavsøkurøðu síni segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, at hóast landið er væl samanbundið, so má meira gerast.
Suðuroyartunnilin er rættuliga frammalaga í ætlanunum hjá politisku skipanini.
-Vit seta sjøtul á arbeiðið at gera tunnil til Suðuroyar og stovna partafelagið Suðuroyartunnil. Frá 2025 seta vit 100 mió. kr. av um árið til verkætlanina.
-Eisini fyrireika vit ein vestmannatunnil, og arbeiðið við tunli millum Øravík og Fámjin er byrjað. Arbeiðini við tunlunum til Sandoynna, Dals og Norður um Fjall ganga eftir ætlan, segði hann.
Eysturoyartunnilin hevur kollvelt samferðsluna, og prísurin er nú tillagaður, so at tey, sum koyra ofta, fáa størri nyttu av tunlinum.
Strandfaraskip Landsins knýta landið saman og hava alstóran týdning fyri samferðsluna. Men Strandferðslan má umskipast, so hon fær tryggar og varandi karmar og ferjuflotin kann endurnýggjast.
Seinnu árini hevur suðuroyarleiðin verið undir trýsti. Økta virksemið í oynni ávirkar farmaflutningin.
-Vit leiga tí ferjuna Herjolf III, ið fyrst og fremst skal sigla sum farmaskip. Soleiðis fáa bæði suðuroyingar og vinnan betri tænastu, segði løgmaður.