Soleiðis skrivar danska tíðindastovan Ritzau um føroyska hondbóltsavrikið í kvøld:
Føroyski hondbóltsupptúrurin heldur ótarnaður fram
Føroysku U21 talentini vunnu HM fjórðingsfinaluna á Slovenia í kvøld við 35-33 og eru sostatt millum fýra heimsins bestu ungdómslandslið hjá monnum.
Liðið hevur tryggjað sær eina betri endastøðu enn siðbundnu hondbóltsveldini sum Frakland, Spania, Kroatia og Týskland, sum øll eru útsligin úr kappingini.
Í hálvfinaluni í morgin bíðar Portugal, meðan Danmark og Svøríki stríðast um hitt finaluplássið. Danmark vann sína fjórðingsfinalu 25-23 á Norra fyrr í dag.
Føroyski sigurin varð grundaður í einum fyrra hálvleiki, sum liðið vann greitt við 19-13. Eftir steðgin komu slovenar tó flúgvandi og skaptu nýggjan spenning við at skerja føroysku leiðsluna niður í tvey mál.
Men eftir fyrstu ódnina fingu føroysku leikararnir tamarhald á dystinum aftur og fingu eina tryggja leiðslu aftur.
Við einum endaspurti komu slovenar uppá 33-34, men føroyingar svaraðu aftur og avgjørdu dystin í evstu løtu.
Verjuleikararnir Ísak Vedelsbøl og Óli Mittún, sum eru liðfelagar í svenska Sävehof, skoraðu næstan helvtina av føroysku málunum.
Við seks fulltreffarum sementeraði Óli Mittón sítt pláss á odda á HM-toppskjúttalistanum. Tilsamans hevur hann skorað 53 mál í 6 dystum og víst, hví hann telist millum heimsins størstu talent beint nú.
Óli Mittún hevur sáttmála við GOG í donsku hondbóltskappingini frá komandi kappingarári.
Føroyar, við góðum 50.000 íbúgvum, hava gjørt stór framstig á altjóða hondbóltspallinum seinastu árini.
Í fjør kom A-landsliðið fyri fyrstu ferð í finaluna, tá teir luttóku í EM í Týsklandi. Liðið hevur eisini spælt seg víðari til næstu EM, sum verður í januar.
/Ritzau/