Frá Gunn-Britt til Guðrun

– Tað skal vera nokkso eksklusivt at koma inn her. Tað skal gjarna vera eitt upplivilsi, sigur 27 ára gamla Guðrun Gudmundsdóttir Mortensen av Tvøroyri. Í 7 ár hevur hon verið í starvi hjá kendu frisørdamuni Gunn-Britt Zeller, men nú er hon blivin sjálvstøðug

Grein í Sosialinum 7. mars:

 

Í januarmánað byrjaði unga tvørakvinnan Guðrun Gudmundsdóttir Mortensen ein nýggjan kapittul í hennara yrkisleið sum hárfríðkari. Hon byrjaði sum sjálvstøðug og fekk pláss í einum sera snotiligum hølum mitt í Keypmannahavn.

 

 

 

Í sjey ár hevur hon annars verið hjá Gunn-Britt Zeller – fyrst í læru og síðani í starvi. Gunn-Britt Zeller við eyðkenda hvíta hárinum telir millum bestu og mest virdu frisørirnar í Danmark, men nú var stundin komin fyri Guðrun at royna okkurt nýtt.

 

 

 

– Tað var øgiliga gevandi at vera hjá Gunn-Britt. Hon er jú tann besta og hevur verið í fakinum í eitt mannaminni. Men aftaná so nógv ár har hugsaði eg at royna meg sum sjálvstøðuga, har eg sleppi at stýra øllum sjálv, sigur hon.

 

 

 

Sjálva salongin kallast Lemon, og Guðrun leigar seg inn her saman við tveimum fyrrverandi starvsfeløgum og deilir sostatt hølini við tær. Sjálv kundi Guðrun ikki ynskt sær eitt betri stað at seta hol á ævintýrið sum sjálvstøðug. 

 

 

 

– Eg haldi, salongin er ordiliga kul. Øll, sum hava verið her inni, siga tað sama. Hon liggur eisini væl fyri í býnum. Eg havi verið ordiliga heppin, at eg eri sloppin inn her.

 

##med4##

 

Kundarnir verða forkelaðir

 

Tað kostar 1100 krónur at klippa sær hárið hjá Guðrun, bæði fyri bæði kvinnur og menn.

 

 

 

– Tað eru sikkurt nógv, sum halda, at tað er dýrt. Men eg haldi, man skal minnast til, at eg seti hálvanannnan tíma av til hvørja klippitíð, sigur Guðrun Gudmundsdóttir Mortensen, sum altíð leggur seg eftir góðsku og nærveru. 

 

 

 

Og sum Guðrun leggur merki til, so tíma fólk væl at gjalda fyri høga góðsku og góða tíð.

 

 

 

– Eg eri longu gott bókað, so tað er ordiliga nice, sigur hon.

 

 

 

Aftaná 7 ár hjá Gunn-Britt Zeller hevur Guðrun eisini uppbygt sær ein trúgvan kundaskara.

 

 

 

– Eg stúrdi eitt sindur fyri, um mínir føstu kundar fóru at fylgja við. Men tað hava teir lukkutíð.

 

 

 

Guðrun ger nógv burturúr á Instagram undir navninum gudrun.dk, og tað riggar væl, tí tað er serliga á hesum sosiala miðlinum, at nýggir kundar finna hana, fortelur hon. 

 

 

 

Kundaskarin fevnir um bæði ung og eldri, føroyingar og danir, og tað eru allar typur – eisini kendir influensarar.

 

– Gott eg endaði hjá Gunn-Britt

 

Hvussu ber til, at tú bleivst frisør?

 

 

 

– Tað er ikki so, at eg sum barn droymdi um at blíva frisør. Men eg havi altíð gingið høgt upp í vakurleika. Og ein dagin spurdi mamma mín meg, hví eg ikki bara gav frisøryrkinum eina roynd. Eg flutti niður og søkti inn sum lærlingur í Gunn-Britt Coiffure. 

 

##med2##

 

Læruplássið fekk Guðrun, og hon hevur stórtrivist har síðan.

 

 

 

– Eg eri glað fyri, at eg endaði har, tá eg byrjaði. Um eg ikki endaði hjá Gunn-Britt, so haldi eg ikki, at eg hevði tímað at verið frisør. Tað var har, eg ordiliga fekk eyguni upp fyri fakinum, og eg havi altíð følt meg inspireraða, meðan eg havi arbeitt hjá henni.

 

 

 

Tað er tí við blandaðum kenslum, at Guðrun er farin víðari.

 

 

 

– Onkuntíð hevur Gunn-Britt verið eitt sindur sum ein mamma fyri meg. Eg kom til hennara sum 20 ára gomul, og vit hava altíð havt eitt gott forhold. So eg haldi, hon bleiv eitt sindur kedd og sjokkerað, tá eg segði upp.

 

 

 

– Men eg haldi eisini, at hon skilir meg. Hon hevur jú sjálv roynt nógv á sínari yrkisleið, eitt nú í London og New York. So vit skiltust upp á ein góðan máta.

 

##med3##

 

– Droymi um egna salong

 

Meðan Guðrun er glað fyri at vera komin upp á pláss í nýggju salongini, so hevur hon nakrar tankar um framtíðina eisini.

 

 

 

– Eg havi ein lítlan dreym um at lata mína egnu salong upp. Hetta er kanska ein byrjan uppá tað.

 

 

 

Í Føroyum ella Danmark?

 

 

 

– Tað hevði verið í Danmark. Men jú, eg verði ofta spurd, um eg ikki fari at lata eina salong ella okkurt upp heima í Føroyum. Tað verður ikki nú í hvussu er. Kanska um eini 10 ár, flennir Guðrun.

 

 

 

– Men eg kundi væl hugsað mær at leigað ein stól okkurt summari, meðan eg eri heima. Allarhelst í Havn, men tað hevði eisini verið stuttligt at roynt á Tvøroyri.

 

Vitja heimasíðuna GUÐRUN.DK og Instagram-vangan.