Jákup á Borg og B68 hava gott tak á B36. Fyrr í ár endaði tað 1-1, tá ið toftamenn vóru í Gundadali, og í dag vann heimaliðið 2-1, tá ið B36 var gestur í góðveðrinum á Svangaskarði.
Sigursmálið í dag skoraði Fríði í Túni Petersen.
Í sínum 95. landskappingardysti í bestu deildini skoraði Fríði í Túni Peteren. Hann hevur verið á besta liðnum síðani í 2021, og í fjør og serliga í ár hevur hann verið fastur maður á vongverjanum í høgru, har pápi hansara, Jan Petersen, var fastur maður í síni tíð og í 1992 var við til at vinna triðja FM heitið hjá B68.
Í dag var Fríði í Túni Petersen fyri 95. ferð á B68 liðnum í landsiappingini, og tað var vorðin sum dagur hjá 21 ára gamla saltnesdreinginum. Eftir horna úr vinstru og útfrá, so smekkaði hann til úr 25 metrum, og bólturin tóktist taka B36 málverjan á skeiva beininum.
Frøði í heimaleguni og síðstu tíggju minuttirnar og seks minuttir eyka snúði tað seg um at verja heimaleiðsluna, og tað eydnaðist.
-B36 var meiri á bóltinum, men okkara ofraðu seg fult og heilt, og tað er neyðugt, um vit skulu vinna stig ímóti so góðum liði sum B36, var viðmerkingin hjá ovurfegna B68 venjaranum Jákupi á Borg.
-Hetta var strævið, og vit vóru troyttir, men vit megnaðu at halda høvdið heilt. Tá ið bólturin kom útfrá, so hugsaði eg bara, at nú skuldi eg smekka til, og tað var framúr kensla at eygleiða bóltin, tá ið hann sigldi í netið, tí hatta havi eg ongantíð áður upplivað, sigur Fríði í Túni Petersen í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpinum.
Sebastian Lau Nielsen legði stutt eftir steðgin heimaliðið á odda eftir hornaspark, og 20 minuttir undan leikloki var tað Mattias Hellisdal, sum við fínum skoti av brotsteigarmarkinum óg eitt vet til høgru sendi bóltin flatt og dygst úti við handara stólpan.
Sigurin ber við sær, at B68 er á sjeynda plássi við 11 stigum, og at tað eru fimm stig aftur til niðurflytingarpláss. B36 er á fjórða plássi við 16 stigum.
Annan leygardag fær B36 vitjan av EB/Streymi, og annan sunnudag fer B68 vestur til Sørvágs.
B68 – B36 2-1 (0-0)
1-0: Sebastian Lau Nielsen
1-1: Mattias Hellisdal
2-1: Fríði í Túni Petersen
Dómari: Leivur Zachariassen kl. 16.00
B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ólavsson Jensen, Aron Reinert Hansen, Fríði á Borg – Magnus Holm Jacobsen, Jákup Norðoy Vilhelmsen – Marjus Nón, Hanus Højgaard, Sebastian Lau Nielsen – Martin Klein Joensen
B36: Silas Eyðsteinsson – Símun Sólheim, Bogi Reinert-Petersen, Mattias Weihe Joensen, Rói Hansen – Marius Kryger Lindh, Mattias Hellisdal, Pætur J. Petersen, Ragnar Samuelsen, Hannes Agnarsson – Brian Jakobsen