Føroysk hondbóltssøga var skrivað í Lanxess høllini í Köln í dag. Høgri vongurin hjá Füchse Berlin, Hákun West av Teigum gjørdist fyrsti føroyingurin, ið spældi eina finalu í Champions League.
Hákun gjørdist eisini fyrsti føroyingurin at skjóta mál í einari finalu í Champions League. Hann skoraði enntá sjey mál upp á níggju málroyndir, og gjørdist besti málskjúttin hjá Füchse Berlin saman við Mathias Gidsel. Hetta FINAL FOUR vikuskiftið skoraði Hákun níggju mál upp á 11 málroyndir.
Men Füchse mátti lúta fyri einum krútsterkum Magdeburg-liði, ið vann finaluna við 32-26. Í steðginum var Magdeburg á odda 16-12. Tað bleiv veruliga ongantíð spennandi í seinna hálvleiki. Onkra løtuna megnaðu berlinararnir at minka um munin til trý mál, men nærri komu teir ikki.
Sergey Ferrer Hernandez í málinum hjá Magdeburg bjargaði 18 av 42 málmøguleikum, og átti sín stóra lut í sigrinum.
Íslendski leikararnir, Gísli Þorgeir Kristjánsson við átta málum, og Ómar Ingi Magnússon við seks málum vóru framúr hjá Magdeburg. Svenski Felix Claar stóð við seks málum eisini sterkur í myndini. Gísli Þorgeir Kristjánsson var kosin MVP - mest virðismikli leikarin í kappingini.
Füchse Berlin vann bundesliguni við einum stigi meira enn Magdeburg, men hesaferð var tað Magdeburg, ið var greitt omaná.
Hetta er fimtu ferð Magdeburg vinnur Champions League. Teir hava áður vunnið kappingina í 1978 og í 1981. Tá sum eitt lið úr DDR. Og so hava teir eisini vunnið kappingina í 2002 og í 2023. Magdeburg hevur eisini vunnið EHF European League fýra ferðir, og HM fyri felagslið, Super Globe tríggjar ferðir.
Magdeburg hevur vunnið bundesliguna tríggjar ferðir. Í sínari tíð vunnu teir bestu deildina í DDR 10 ferðir.
Hákun og liðfelagarnir hava havt eitt flott kappingarár við gullinum í bundesliguni og við silvurinum í Champions League. Spennandi verður at fylgja Hákuni, Mathias Gidsel og liðfeløgunum komandi kappingarár.
In.fo ynskir Hákuni tillukku við bundesliga-gullinum, Champions League silvurinum, og við bragdinum at gerast fyrsti føroyski leikarin og málskjúttin í Champions League.
##med2##