Hetta skrivar KNR á heimasíðuni.
Sama dag sum Kringvarp Føroyar fær nýggjan stjóra, fær grønlendska kringvarpið, KNR, eisini nýggjan stjóra, tí tann 1. mai tekur Hans Peter Poulsen við starvinum sum stjóri fyri KNR. Tá avloysir hann Bjørk Lange Olsen, sum hevur sitið sum virkandi stjóri síðani Annga Lynge í februar varð send til hús.
KNR hevur seinastu tíðina verið í kreppu við stórari ónøgd millum starvsfólk.
- Ein støða sum hendan krevur, at KNR verður stýrt av einum dugnaligum og ágrýtnum stjóra, sigur nevndarformaðurin í KNR, Nukaaraq Eugenius, í tíðindaskrivi.
Hans Peter Poulsen var landsstýrismaður í bústaðar- og undirstøðukervismálum frá september 2023 til valið í mars í ár.
/Ritzau/