Fyrsta FSA prógvhandanin á Miðnám í Suðuroy

Í gjár var ein serligur dagur á Miðnám í Suðuroy, tí hetta var fyrstu ferð, at FSA-prógvhandan hevur verið á skúlanum. Føroyskt sum annaðmál (FSA) er undirvísing í føroyskum fyri vaksnir tilflytarar, sum hava annað móðurmál enn føroyskt.

 

Í gjár fingu 21 næmingar FSA-prógv og vit hátíðarhildu løtuna við tónleiki, røðum og góðum ábiti.

 

Hetta skrivar Miðnám Suðuroy á sínum vanga á facebook.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##