Grannar hava einki álit á Russlandi

Tí vilja fleiri grannalond hjá Russlandi taka seg úr einari ST-avtalu um ikki at brúka landminur

Tey trý eystursjóvarlondini, Estland, Letland og Litava, sum øll hava mark við Russland, hava nú kunnað ST um, at tey fara at taka seg burtur úr avtaluni, sum bannar framleiðslu, goymslu, sølu og nýtslu av landminum.

 

Avgerðin hjá londunum merkir, at tey um seks mánaðir hava rætt til at brúka landminur. Vit hesi avgerð senda londini ein greiðan boðskap.

 

- Okkara land er fyrireikað og vil sleppa at brúka neyðugu amboðini til tess at verja okkara landøki og frælsi.

 

Nakað soleiðis ljóðar fráboðanin úr uttanríkisráðunum hjá teimum trimum eystursjóvarlondunum.

 

Bæði finski ríkisdagurin og pólska stjórnin hava eisini gjørt av at taka seg burturúr avtaluni um landminur.

 

Hetta veit norska kringvarpið - NRK - at siga í dag.

 

Avgerðirnar hjá nærmastu grannunum hjá Russlandi vísa greitt, at londini einki álit hava á Russlandi, ei heldur á Hvítarusslandi, sum eisini verður nevnt í hesum sambandi.