Áki D. Samuelsen var á vøllinum í 90 minuttir, tá hann og liðfelagarnir í Ranheim vunnu á Stabæk í útidysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Beint undan steðginum legði senegalski áleyparin, Seydina Diop Ranheim á odda 1-0. Í 58. minutti legði Seydina Diop upp til Leander Alvheim, ið økti til 2-0. Eftir hetta hevði Áki nakrar góðar royndir móti málinum hjá Stabæk, ið vóru bjargaðar av málverjanum. Stutt undan dystarloki minkaði Stabæk um munin.
Ranheim er nummar sjey í deildini við 19 stigum fyri 13 dystir. Bert málmunurin skilir Ranheim frá Odd, ið er á sætta plássinum.
Leygardagin 26. juli tekur Ranheim móti júst Odd á heimavølli.
HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Stabæk-Ranheim 1-2 (0-1). Tveir málmøguleikar hjá Áka síggjast í samandráttinum:
##med2##