Hon byrjaði í 2000 sum heimahjálp, og síðan 2008 hevur hon arbeitt í Stjørnulon, har 25 ára starvsdagurin hjá henni varð hátíðarhildin fríggjadagin.
Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Heilsu- og eldranevndini, var vegna býráðið og heilsaði uppá Onnu Oluffu og segði millum annað:
“Øll arbeiðspláss hava brúk fyri støðugum starvsfólkum.
Tey hava drúgvar royndir og eru sjáldan ráðaleys, tí tað er ikki ofta, at tey koma út í støður, tey ikki onkursvegna hava upplivað fyrr. Tí kunnu onnur starvsfólk eisini lena seg upp at teimum, spyrja tey um ráð ella bara eygleiða, hvussu tey arbeiða.
Eisini tí kunnu vit sum kommuna fegnast um fólk sum teg, Anna Oluffa, sum geva ein so stóran part av sínum lívi og av sær sjálvum til sítt fak og til at vera nakað fyri onnur.
Hjartaliga til lukku við 25 ára starvsdegnum í kommununi – og takk fyri."
##med2##
##med3##
##med4##