Klokkan 16 í morgin spælir føroyska U21-landsliðið seinasta dystin í HM-endaspælinum í Póllandi.
Føroyar skulu spæla bronsudyst móti Svøríki í Katowice.
Fýra leikarar, tveir hjá Føroyum og tveir hjá Svøríki hava umboð Sävehof í farna kappingarári.
Talan er um Ísak Vedelsbøl og Óla Mittún á føroyska liðnum, og Sebastian Durlanu og Emil Johannisson á svenska liðnum.
Ísak og Óli hava eisini spælt ímóti fleiri av hinum svensku U21-landsliðsleikarunum í farna kappingarárinum í bestu svensku hondbóltsdeildini.
##med2##