Fer ikki at skriva út byggiloyvi til Suðuroyartunnil úr Djúpadali

- Eg fekk fleiri áheitanir um at stilla upp, og tá eg gjørdi av at taka av, læt eg eisini fólk vita, at eg var til reiðarar at seta meg við borðendan, um eg fekk stuðul til tess. Eg hevði helst verið betur egnað í maskinrúminum enn á brúnni, men nú møguleikin beyðst, valdi eg við góðum treysti at taka av, sigur Anna Paulina Leo Olsen

Tað vóru tveir listar í Húsavíkar kommunu á kommunuvalinum hin 12. november í fjør, listi A og listi B, har listi A fekk 67,9 prosent av atkvøðunum, og listi B fekk 32,1 prosent.

 

Húsavíkar kommuna, sum umframt Húsavík, eisini fevnir um Dal, Skarvanes og Djúpadal er fáment kommuna í fólkatali.

 

Her høvdu 89 fólk valrætt á kommunuvalinum, og 81 vóru á vali, sum svarar til eina valluttøku á 91 prosent.

 

Listi A fekk fýra umboð, og listi B fekk eitt.

 

Tey, sum vórðu vald í bygdaráðið í Húsavíkar kommunu, vóru Dávur Sørensen (A), sum varð fyrst valdur við 22 persónligum atkvøðum, Anna Paulina Leo Olsen (A) við 19 atkvøðum, Kjartan Steintór Fríði Djurhuus (B) við 14 atkvøðum, og síðan høvdu tey bæði síðst valdu á lista A, Óli á Fløtti Olsen og Eyðritt Clementsen, hvør sínar seks atkvøður í part.

 

Borgarstjórin seinastu fýra árini, sum eisini hevur verið borgarstjóri onnur undanfarin skeið, Jákup Martin Sørensen, stillaði ikki upp aftur á valinum hesaferð.

 

##med2##

Nývalda bygdaráðið í Húsavíkar kommunu skipaði seg ikki beinanvegin eftir valið, tí ein av bygdaráðslimunum, Steintór Kjartan Fríði Djurhuus, er sjómaður, og tá skipanarfundur er, skal bygdaráðið verða fullmannað.

 

Fyrstu tíðina eftir valið skiltist, at tað fór at vera fyrstvaldi bygdaráðslimurin, Dávur Sørensen, sum fór at seta seg við borðendan hin 1. januar í ár, men soleiðis bleiv tað ikki.

 

Á skipanarfundinum endaði tað við, at meiriluti var fyri at velja Onnu Paulinu Leo Olsen, sum saman við familju síni býr á Skarvanesi, til borgarstjóra.

 

Hon hevði alla tíðina latið nývalda bygdaráðið vita, at stóð borgarstjórasessurin henni í boði, fór hon at taka av.

 

Flestu munnu vera samd um, at Húsavíkar kommuna á mangan hátt hevur verið í góðum hondum, bæði við Jákup Martini Sørensen og Brynhild Sørensen sum undanfarnum borgarstjórum.

 

##med3##

Tey hava staðið á odda fyri at reka kommununa skynsamiliga fíggjarliga, og nú nýtt bygdaráð tók yvir við Onnu Paulinu Leo Olsen sum borgarstjóra, er kommunan eftir umstøðunum væl fyri fíggjarliga.

 

Fíggjarliga orkan hjá einari so lítlari kommunu er sjálvsagt avmarkað og skulu størri íløgur gerast í einum valskeiði, er neyðugt at gera hesar yvir nøkur fíggjarár.

 

Í samstarvi við hinar kommunurnar í sýsluni um eitt nú eldraøkið, dagstovnaøkið, barnavernd og skúla hevur ein kommuna sum Húsavíkar kommuna fleiri fastar útreiðslur.

 

Við tí figgjarorku, sum eftir er, er spurningurin um raðfestingar, og tað er her, at eitt bygaráð kann seta út í kortið og mynda kommununa í valskeiðnum – og kanska leggja ætlanir, sum røkka nøkur ár fram.

 

##med4##

Búgva á Skarvanesi

 

Síðan 2008 hava 49 ára gamla, Anna Paulina Leo Olsen og Sjúrður Arnbjarnarson, búð í Skemmuni á Skarvanesi. Hetta eru eini gomul og hugnalig hús, sum hava verið í familjuni hjá pápanum alt tað, sum Anna Paulina veit um.

 

Tey eiga ein vaksnan son, Hans Kristian, sum er 28 ára gamal og síðan tey trý børnini, Arnbjørn (14), Guðrun (12) og Eleonoru, sum verður 10 í januar.

 

Sosialurin var á Skarvanesi og vitjaði nýggja borgarstjóran í Húsavíkar kommunu ein kaldan fríggjadag í januar.

 

Í gomlu húsunum var heitt og fjálgt. Her stóð ein brenniovnur á gólvinum, sum hitaði øll húsini; her var heitt kakao á kannuni, og á borðinum í hugnaliga stovurúminum vóru góðar karamellur.

 

- Pápi mín, Hans Kristian, arvaði húsini frá foreldrum sínum, og vit keyptu tey frá honum í seinnu hálvu av nítiárunum. Í Skemmuni var í sínari tíð stórur bóndagarður, og her var nógv ognarjørð, sigur Anna Paulina.

 

##med5##

 

Í dag hoyrir eingin jørð til gomlu húsini í Skemmuni.

 

Nýggi borgarstjórin í Húsavíkar kommunu er skopuningur, og hon er eisini uppvaksin í Skopun.

 

- Pápin mín, Hans Kristian, sáli, var ektaður skopuningur – um vit kunnu siga so. Mamman, Elisabeth, er ættað úr Sumba og Vági, men vaks upp í Fámjin, og hon býr framvegis í Skopun, nú pápi er farin.

 

Sjálv hevur Anna Paulina starv á Fróðskaparsetri Føroya, har hon byrjaði sum vísindaligt hjálparfólk á søgu-og samfelagsdeildini í 2010.

 

Hon hevur MSSc í stjórnmálafrøði og eina MA í løgfrøði.

 

##med6##

Í 2017 gjørdist hon tað, sum rópt verður akademiskur fyrisitari, og tá fyrisitingin á Fróðskaparsetri Føroya varð umskipað nøkur ár herfyri, fingu nøkur fólk heitið útbúgvingarsamskiparar, og hetta er borgarliga starvið hjá henni í dag.

 

- Eg haldi, at borgarstjórastarvið í Húsavíkar kommunu hevur brøkin 0,4, og tað merkir, at eg framvegis fari at arbeiða sum útbúgvingarsamskipari, samstundis sum eg røki borgarstjórastarvið.

 

Hon vísir á, at kommunan eisini hevur skrivara, Eyðvør Dam, sum hevur verið skrivari hjá kommununi í fleiri ár, og hon tekur sær eisini av tí bókhaldsliga.

 

- Nú eg eri nýggj í borgarstjórastarvinum, og nógv verður at seta seg inn í, er tað gott at hava fólk, sum kenna øll viðurskifti hjá kommununi, og eg trúgvi eisini, at tey undanfarnu kunnu vera góð í ráðum, um spurningar eru.

 

Henda seinnapartin, vit hittu Onnu Paulinu á Skarvanesi, skuldi hon fáa lyklarnar til kommunuskrivstovuna frá undanfarna borgarstjóra, Jákup Martini Sørensen.

 

##med7##

Heldur maskinrúmið

 

Anna Paulina Leo Olsen hevur ikki verið aktiv uppi í bygdaráðspolitikki áður, men hon heldur, at hetta verður ein spennandi uppgáva og ein spennandi tíð, sum liggur fyri framman.

 

- Hóast vit búgva á Skarvanesi, fari eg sjálvsagt at vera borgarstjóri fyri alla kommununa, sum er fáment í fólkatali, men rættiliga víðfevnd í vídd.

 

Hon vísir á, at hon ofta hevur havt markantar meiningar um ting, og hon hevur ofta blandað seg upp í ymisk viðurskifti í sosialu miðlunum.

 

- Eg fekk fleiri áheitanir um at stilla upp, og tá eg gjørdi av at taka av, læt eg eisini fólk vita, at eg var til reiðarar at seta meg við borðendan, um eg fekk stuðul til tess.

 

Brosandi heldur hon fyri, at hon kanska hevði verið betur egnað at verið í maskinrúminum enn á brúnni, men nú møguleikin var her, valdi hon við góðum treysti at taka av.

 

- Tá vit hoyrdu um kanningarnar, sum KvF gjørdi undan kommunuvalinum um nøgdsemi og ymiskt annað í føroysku kommununum, vóru eisini ymisk ting her í okkara kommunu, sum fólk hildu kundu verið betur.

 

##med8##

 

Sjálv sigur Anna Paulina, at hon kendi seg aftur í ymiskum av hesum.

 

- Eg havi stóra virðing fyri tí, sum er gjørt í kommununi, og eitt nú hava undanfarin bygdaráð syrgt fyri, at bæði Húsavík og Dalur hava fingið sóttreinsað drekkivatn, og á Skarvanesi verða vatnviðurskiftini nú eisini dagførd.

 

Hon heldur tað vera umráðandi eftir slíkar kanningar, at ein kommuna – heldur enn at vísa tingunum frá sær – tekur til eftirtektar tað, sum borgararnir ynskja og síðan eftir førimuni roynir at gera tingini betur.

 

- Nøkur viðurskifti snúgva seg eisini um opinleika og kunning, og kanska hevur okkara kommuna ikki dugað nóg væl at havt fokus á tey positivu tingini, sum eru.

 

Anna Paulina vísir á, at hóast kommunan ikki beinleiðis hevur barna-og ungdómstilboð í bygdunum, hevur Húsavíkar kommuna altíð havt eina lutfalsliga stóra játtan til felagsarbeiðið hjá B71 í Sandoynni.

 

 - Vit fara sjálvandi at hyggja eftir, hvat vit kunnu gera betur, og eitt nú kundi eg hugsað mær, at kommunan hevur eitt tilboð til ung í arbeiði, sum fleiri kommunu hava.  

 

Innan dagstovna-og barnaskúlaøkið hevur Húsavíkar kommuna góð samstørv við aðrar kommunur í oynni, og øll Sandoyggin er saman um Skúlasambandið, sum rekur skúla-og ítróttarøkið Inni í Dal, har næmingar ganga úr 6.-10. flokk.

 

##med9##

 

Hevur ymisk hugskot

 

- Nú eru vit ikki komin í gongd enn, og fyrsti veruligi fundur í nývalda bygdaráðum hevur ikki verið enn, sigur Anna Paulina, sum kundi hugsað sær, at tey byrjaðu onkustaðni.

 

Eitt, sum hon heldur, at kommununi tørvar, er eitt umsjónarfólk.

 

- Vit mugu skipa ruskplássini í Húsavík og Dali betur, og her kundi eitt umsjónarfólk eisini havt ábyrgd av, at meira skil kemur á hesi viðurskiftini, soleiðis at hesin parturin verður betur skipaður.

 

Hon vísir á, at tá slík ruskpláss standa opin, er skjótt, at plássini kunnu brúkast til burturkast hjá einum og hvørjum, og tá verður einki skil í tí heila.

 

- Kommunan brúkar nógvar pengar til burturkast og tað minsta, sum borgararnir mugu kunna krevja, er, at hesi viðurskifti eru skipað.

 

Anna Paulina sigur, at lógarkravda arbeiðið við kloakkunum kring um í kommununi eisini fer at halda fram tey næstu árini.

 

- Eitt annað mál, sum eg eisini vil hava framt, er, at kommunan fær eina heimasíðu, eins og vit eisini skulu knýtast upp í vangan.

 

Hon vísir á, at tá Dalstunnilin letur upp, verður eisini neyðugt at skipa soleiðis fyri, at samstarv er um eina nøktandi tilbúgving, sum hugsandi verður eitt av krøvunum fyri, at tunnilin yvirhøvur kann takast í nýtslu.

 

- Dalstunnilin hevur nú í nøkur ár verið eitt byggipláss í Húsavík, har tunnilsmunnin liggur so nær bygdini. Her verður neyðugt hjá Landsverki, sum eigur verkætlanina, at sygja fyri, at alt verður væl frágingið, soleiðis at bæði tunnilsmunni og vegurin frá tunlinum ikki skemmir bygdina og nærumhvørvið.

 

Somu ynskir hevur nýggi borgarstjórin sjálvsagt eisini um umvørvið kring tunnilsmunnan og vegastubban í Dali.

 

##med10##

 

Húsavík sum byggipláss

 

Eitt, sum fólk í Húsavík og Dali fýlast á, nú nógv koyring hevur verið við tungum bilum eftir Húsavíkarvegnum, er, at hvítu strikurnar á vegnum eru burtur.

 

- Tá tað er myrkt, er skjótt at missa orienteringina av vegnum, og hetta kann gera koyringina ótrygga. Vit vilja sjálvsagt hava, at alt verður væl frágingið og verður minst líka so vakurt, sum alt var her, áðrenn tunnilsarbeiðið byrjaði.

 

Anna Paulina sigur, at tað sjálvsagt hevur merkt viðurskiftini í Húsavík, at fólkið í bygdini meira at kalla hevur havt eitt byggipláss í túninum í nøkur ár.

 

- Nú stórar íløgur eru brúktar upp á fáa sóttreinsað vatn í Húsavík og Dali, verður sum nevnt eisini arbeitt við at betra um vatnviðurskiftini á Skarvanesi.

 

Hon sigur, at á Skarvanesi er kelduvatn, og her hava tey gott vatn. Trupulleikin hevur verið vatnbrunnurin og at rørini ikki liggja niðurgrivin, sum onkuntíð hevur gjørt, at vatnið hevur verið fryst um veturin, um gloymt hevur verið at hava kranan á gloppi í húsinum.

 

- Vatnviðurskiftini hjá okkum verða eisini dagførd, men eg haldi tað ikki vera neyðugt at brúka eina millión fyri, at vit, sum eru eisini tíggju fólk, skulu hava sóttreinsað drekkivatn.

 

Anna Paulina heldur annars, at fleiri kommunur kunnu spegla sær í Skálavíkar kommunu, sum hevur fyrimyndarligar skrásetingar av bæði vatni, kloakkum og septiktangum.

 

- Eg haldi, at hetta er einastandandi flott, og hetta er eisini mín málsetningur fyri okkara kommunu, leggur hon aftrat.

 

##med11##

 

Suðuroyartunnilin

 

Tað lýkar ikki nývalda borgarstjóranum í Húsavíkar kommunu, at ætlanin hjá tunnilsfelagnum er at leggja tunnilsmunnan til ein møguligan Suðuroyartunnil í Djúpadali, og at tað í umhvørvinum um hesar leiðir verður ein velduga stór uppfylling við tunnilsgróti.

 

- Vit hava sjálvsagt einki ímóti, at Suðuroyggin fær ein tunnil, men hetta skal ikki vera upp á bekostning av náttúruvakurleikanum í Sandoynni.

 

Anna Paulina vísir á, at Sandoyggin er undangonguoyggj innan fagurfrøði og grøði við eitt nú Veltuni og Grøna Háskúlanum, og í hennara verð kemur ætlaða linjuføringin og verkætlanin hjá tunnilsfelagnum, soleiðis sum vit hava hoyrt um hesa, ikki upp á tal.

 

- Tað er ikki mítt borð, hvussu Suðuroyggin fær ein tunnil, og við mínum vilja verður hetta ikki við eygræning av náttúruvakurleikanum her í Djúpadali og í Sandoynni sum heild.

 

Borgarstjórin sigur seg stúra fyri, at tá tunnilsfelagið hevur fingið sína ætlan upp á pláss við tunli úr Djúpadali til Sandvíkar, kemur Landsverk at sita eftir við apuni, sum verður vegurin víðari úr Djúpadali og til tunnilsmunnan í Traðardali.

 

- Nei, tað verður ikki við mínum vilja, at verkætlanin verður framd, soleiðis sum tunnilsfelagið ætlar, men við einari slíkari verkætlan stúra vit fyri, at kommunurnar kunnu verða tiknar av ræði, um vit ikki eru árvakin og geva okkara meining til kennar.

 

Hon leggur dent á, at hon fer ongantíð at undirskriva nakað byggiloyvi í Djúpadali – um tað ikki verður soleiðis, at fólkini, sum búgva og liva her, koma til hennara og siga, at tað er í lagi.

 

 

 

Eingin samanlegging

 

Tá vit spyrja Onnu Paulinu Leo Olsen um møguleikarnir fyri at leggja Sandoynna - ella Sandoyar sýslu - saman í eina kommunu, er hon avgjørd og sigur, at hetta verður ikki við hennara vilja, so leingi, sum kommunuvallógin ikki tryggjar smærri økjunum umboðan í einari samanlagdari kommunu.

 

- Eg havi varhugan av, at vit hava eitt gott samstarv millum kommunurnar í sýsluni, og eg vænti, at hetta samstarv kemur at mennast enn meira, sum árini ganga – og ikki minst, tá nýggj andlit eru við til at mynda ymisku bygdaráðini.

 

Hon sigur seg stúra fyri, at við einari møguligari samanlegging undir verandi kommunuvallóg hevði núverandi Húsavíkar kommuna helst onga ávirkan fingið, og tað heldur hon ikki hevði tænt tí viðfevnda øki, sum kommunan er í dag.

 

- Vit skulu ikki gloyma, at hvør kommuna hevur síni virðir, sum vit eiga viðurkenna og vera góð við, leggur hon aftrat.

 

 

 

Samferðsla og skúli

 

Tá ræður um samferðslu, er Húsavíkar kommuna sum heild partur av kervinum, sum Bygdaleiðir røkja, og bæði í Húsavík og Dali er tilkalling, men Skarvanes hevur einki busssamband.

 

- Vit hava hinvegin skúlabarnakoyring, bæði til barnaskúlan á Sandi og Meginskúlan Inni í Dal.

 

Sjálvandi ber altíð til at ynskja sær eitt enn betri busssamband, og hetta verður helst eisini eitt mál, sum nývalda bygdaráðið í Húsavíkar kommunu fer at hyggja uppá – um busssambandið kanska kundi verið betur, enn tað er í dag.

 

- Tað er neyvan nøkur loyna, at fólk í kommununi kundu ynskt sær eitt betri samband við restina av Sandoynni.

 

Spurd, hvussu tað kennist at seta seg við borðendan í Húsavíkar kommunu, sigur Anna Paulina Leo Olsen soleiðis:

 

- Sjálvandi eri eg ógvuliga spent, og eg gleði meg nógv. Hetta er í mínari verð ein ógvuliga stór ábyrgd, og tað er mín inniliga vón, at okkum í nývalda bygdaráðnum fer at gangast væl – øllum borgarunum í kommununi at gagni, sigur skopunarkvinnan, sum eftir kommuvalið í november endaði á ovastu rók í Húsavíkar kommunu.