Tvey føroyingalið vóru í leiki í bestu íslendsku fótbóltsdeildini í dag.
Gunnar Nielsen helt málið reint og hevði sambært Morgunblaðnum nakrar góðar bjargingar tá lið hansara, FH á heimavølli vann 2-0 á ÍBV á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfirði.
FH 2 - 0 ÍBV
1-0 Matthías Vilhjálmsson ('29)
2-0 Davíð Snær Jóhannsson ('64)
Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir á Akranesi taptu á heimavølli 0-3 fyri KA. Kaj Leo hevði sambært Morgunblaðnum onkra góða málroynd sum málverjin hjá KA bjargaði.
Akranes 0 - 3 KA
0-1 Daníel Hafsteinsson ('11)
0-2 Elfar Árni Aðalsteinsson ('53)
0-3 Jakob Snær Árnason ('81)
Í annaðkvøld klokkan 20.15 verður føroyingauppgerð í Reykjavík millum Hall Hansson og liðfelagarnir í KR og Patrik Johannesen og hansara liðfelagar í Keflavík.
Støðan
Nr. | Lið: | Dystir | V | J | T | Málmunur | Stig |
1 | KA | 6 | 5 | 1 | 0 | 11:2 | 16 |
2 | Breiðablik | 5 | 5 | 0 | 0 | 16:4 | 15 |
3 | Valur | 6 | 4 | 2 | 0 | 11:4 | 14 |
4 | Víkingur R. | 6 | 3 | 1 | 2 | 14:11 | 10 |
5 | Stjarnan | 6 | 2 | 3 | 1 | 13:10 | 9 |
6 | KR | 5 | 2 | 1 | 2 | 7:5 | 7 |
7 | FH | 6 | 2 | 1 | 3 | 9:10 | 7 |
8 | Akranes | 6 | 1 | 2 | 3 | 7:15 | 5 |
9 | Keflavík | 6 | 1 | 1 | 4 | 10:15 | 4 |
10 | ÍBV | 6 | 0 | 2 | 4 | 6:13 | 2 |
11 | Leiknir R. | 5 | 0 | 2 | 3 | 1:8 | 2 |
12 | Fram | 5 | 0 | 2 | 3 | 6:14 | 2 |