Tað gekk væl hjá liðunum hjá Hákun West av Teigum, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Jóhan á Plógv Hansen í bundesliguni í kvøld.
Hákun og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu á heimavølli í Max Schmelling høllini 34-26 (18-11) á Eisenach. Hákun skoraði eitt mál upp á tríggjar málroyndir.
Elias og liðfelagarnir í THW Kiel vunnu á heimavølli í Wonderino høllini 35-29 (18-17) á Lemgo. Eisini Elias skoraði eitt mál upp á tríggjar málroyndir.
Jóhan og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt vunnu á útivølli 34-28 (17-15) á Wetzlar. Jóhan skoraði eitt mál upp á tvær málroyndir.
Í annaðkvøld klokkan 19 hava Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf heimadyst móti Melsungen.
Støðan vísir, at tað er ein sera spennandi kapprenning um meistaraheitið og tey evropeisku plássini:
##med2##
Kelda: soccerstand.com