Hava innflutt nógv fleiri brúkt akfør

Hóast sølan av nýggjum bilum er minkað í stórum, so verða nógvir brúktir bilar innfluttir

Tað vísa hagtølini hjá Akstovuni, sum í seinasta yvirlitinum vísir, at innflutningurin av brúktum akføru vaks við 71 prosentum ársins fyrstu átta mánaðir í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Og taka vit so persónbilarnar burturúr, sum fylla nógv mest í hagtølunum, so er vøksturin í innflutningi av brúktum bilum vaksin við 174 prosentum. Ársins fyrstu átta mánaðir í ár hava vit innflutt 159 brúktar persónbilar í mun til bara 58 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein vøkstur upp á 101 bil.

Men taka vit so august mánað fyri seg, so vóru bara 7 brúktir bilar innfluttir í mun til 20 í august í fjør, sum er ein afturgongd upp á 13 – men kortini ein vøkstur upp á 101 fyri allar átta mánaðirnar.