Havi lætt við at tára og kláraði akkurát at halda mær valdagin

- Eg eri sera takksom og eyðmjúk um stóra stuðulin, eg fekk, og sum borgarstjóri fari eg at royna at gera mítt besta saman við øllum hinum í nýggja bygdarráðnum.

Marjun S. Debes gjørdist fyrst vald í Skopunar kommunu

Grein úr Sosialinum 22. november 2024:

 

Vit eru øll vald at tæna bygdini og fólkinum, og hetta verður málið hjá okkum tey næstu fýra árini, sigur Marjun S. Debes, sum verður nýggjur borgarstjóri í Skopunar kommunu

 

Á kommunuvalinum í Skopun hesaferð vóru tveir listar, listi A og listi B, og soleiðis hevur tað verið fleiri undanfarin kommunuval.

 

Í 2020 hevði listi A nakrar fáar atkvøður fleiri enn listi B, men á kommunuvalinum 12. november í ár fekk listi B væl fleiri atkvøður enn listi A og fekk tríggjar av fimm bygdarráðslimum valdar.   

 

Tað var Marjun S. Debes á lista B, sum gjørdist toppskorari hesaferð, og hon gjørdi eitt rættiliga gott val við heili 83 persónligum atkvøðum.

 

Á kommunuvalinum í 2020 fekk hon 56 atkvøður.

 

Ein onnur kvinna á lista B, Winnie Kjærbo, gjørdi eisini eitt gott val. Hon fekk 55 atkvøður og samanlagt næst flestar atkvøður í Skopun.

 

Fremstur á lista A gjørdist Friðfinn Nicolajsen við 42 persónligum atkvøðum, og Sámal Hanni á sama lista fekk á øðrum plássi 40 atkvøður.

 

##med2##

 

Tvey nýggj andlit

 

Hallmar Winther, sum hevur sitið í Skopunar bygdarráði í fleiri ár, gjørdi eisini eitt gott val á lista A. Hann fór úr 21 atkvøðum í 2020 upp í 37 atkvøður á valinum hesaferð, men hetta rakk kortini ikki til sess í bygdarráðnum, nú listin misti eitt umboð.  

 

Nýggj í bygdarráðnum í Skopun eftir 1. januar 2025 eru Sámal Hanni Lognberg á lista A og Davia Nicolajsen á lista B.

 

74 ára gamli, Gerhard Lognberg, ið hevur sitið sum borgarstjóri í Skopunar kommunu út í eitt síðan hin 1. januar í 1993, stillaði ikki uppaftur. Øll hesi ár hevur hann sitið við borðendan, men eftir 1. januar setir ein 35 ára gomul kvinna seg í stólin sum borgarstjóri.

 

##med3##

 

Púrasta ovfarin

 

Nýggjur borgarstjóri í Skopunar kommunu hin 1. januar 2025 verður Marjun S. Debes, og hetta verður triðja skeiðið hjá henni í bygdarráðnum.

 

Vit hava spurt hana, hvussu tað kendist at fáa so dyggan stuðul á valinum hesaferð.

 

- Tað er altíð trupult at spáa um val, og frammanundan valinum hesaferð hevði eg í byrjanini onga ábending um, hvussu tað fór at ganga.  

 

Hon ásannar tó, at stórur spenningur var um valið. Familjan er ikki stór, og Marjun hevði nú sitið í bygdarráðnum í átta ár.

 

- Eg dugdi ikki at meta um, hvat fólk vildu hava – um eg enn einaferð fór at fáa stuðul, ella um fólk nú vildu hava fleiri nýggj andlit í bygdarráðið. Tað kundi fara báðar vegir, hugsaði eg.

 

##med4##

 

Takksom og eyðmjúk

 

So hvørt, sum valdagurin nærkaðist, helt Marjun Debes seg kortini fáa ein varhuga av, at hon hevði eina ávísa undirtøku, men hon hevði slett ikki ímyndað sær, at undirtøkan fór at gerast so stór.

 

- Eg eri sera takksom og eyðmjúk um stóra stuðulin, eg fekk, og sum borgarstjóri fari eg at royna at gera mítt besta saman við øllum hinum í nýggja bygdarráðnum. Vit eru øll vald at tæna bygdini og fólkinum, og hetta verður málið hjá okkum tey næstu fýra árini.

 

Hon viðgongur, at á valkvøldinum, tá SvF hitti hana, hevði hon trupult við at halda tárunum aftur.

 

- Eg havi lætt við at tára, og eg viðgangi, at eg gjørdist rørd yvir dygga stuðulin, eg hevði fingið. Satt at siga kláraði eg akkurát at halda mær, sigur hon brosandi.

 

Síðan valið hevur Marjun bara fingið positivar afturmeldingar.

 

##med5##

 

Størri opinleiki

 

- Hóast okkara listi hevur verið í minniluta hesi bæði undanfarnu skeiðini, eg havi sitið í bygdarráðum, haldi eg, at vit hava arbeitt væl saman, men vit hava ikki altíð verið samd um raðfestingarnar.

 

Hon vísir á, at nógv gott er hent í Skopun hesi bæði valskeiðini, hon hevur verið partur av bygdarráðnum, og her er nógv, sum eingin vildi verið fyriuttan.

 

- Vit hava eitt snøgt og vælútbygt havnalag við góðum bátabrúgvum og nútímans wc-og brúsufasilitetum á bryggjuni, og Selatraðneystið her omanfyri er ein perla.

 

Men, hvat verður øðrvísi, nú Skopun fær eitt nýtt bygdarráð, og borgarstjóri verður ein ung kvinna?

 

- Vit eru eitt lítið bygdarsamfelag, og eitt av mínum málum verður at lata borgaran vita heldur enn at gita. Eg kundi hugsað mær, at vit høvdu eina góða heimasíðu og soleiðis fingu meira kunning úr bygdarráðnum og út til okkara borgarar.

 

Hon heldur, at soleiðis hevði eisini borið til at havt eitt meira opið og leypandi samskifti við borgararnar.

 

##med6##

 

Víðlíkahald og dagføring

 

Tað verður nývalda bygdarráðið í Skopun, sum saman fer at seta út í kortið, og her verður sjálvsagt neyðugt fyrst at hyggja eftir, hvat status er í løtuni, og hvørjar raðfestingar skulu gerast.

 

- Fyrst verður neyðugt at hyggja eftir, hvørjir tørvirnir eru, hvørjar bestu loysnirnar eru, og hvørjar raðfestingar skulu gerast.

 

Marjun Debes vísir á, at barnagarðurin nærkast 20 árum, og her verður neyðugt við viðlíkahaldi, har eitt nú vindeygu skulu skiftast, og aðrar møguligar dagføringar skulu gerast.

 

- Barnatalið í Skopun er vaksið, og vøggustovan í barnagarðinum er faktiskt vorðin ov lítil.

 

Á ellisheiminum eru onkrar dagføringar gjørdar, og her verður eisini neyðugt at gera dagføringar tey næstu árini.

 

Skopun hevur ein góðan barnaskúla, har børnini ganga til og við 5. flokk, áðrenn tey fara í Meginskúlan.

 

- Ein partur av skúlanum í Skopun er lutfalsliga nýggjur, men eisini í høllini í nýggja partinum verður neyðugt við ábótum, tí ljóðviðurskiftini eru ikki nóg góð, hvørki fyri børn ella lærarar, sigur hon.

 

##med7##

 

Frítíð og vinnulív

 

Marjun S. Debes kundi eisini hugsað sær nakrar lendisgøtur í vakra umhvørvinum í Skopun.  

 

- Vit hava vøkur vøtn og vakurt náttúruumhvørvi, og eg kundi hugsað mær, at vit fingu nakrar lendisgøtur í hesum umhvørvi – eisini niðan á Dalin.

 

Hon ásannar, at alt fer ikki at koma í senn, men hon kundi hugsað sær, at sjøtul varð settur á eina slíka tilgongd við fleiri lendisgøtum kring í umhvørvinum.

 

Hon heldur eisini, at vinnan hevur brúk fyri betri framtíðarkørmum í Skopun, og her kundi hon hugsað sær, at nývalda bygdarráðið saman setti út í kortið.

 

- Vit hava eitt vinnuøki her norðanfyri Á-handilin, har eitt nú Føroya Grótvirki hevur sítt virkisemi og soleiðis, sum eg havi skilt, eru møguleikar at útbyggja økið norðureftir, sigur Marjun.

 

Nýggja byggisamtyktin leggur nevniliga upp til, at ídnaðarøkið kann útbyggjast norðureftir.

 

##med8##

 

Maðurin er sjómaður

 

Marjun er gift Ólavi Debes, sum er ættaður av Oyri. Tey eiga trý børn - eina gentu, sum er 11 ár og tveir dreingir, sum eru 9 og 7 ár. Ólavur siglir sum skipari við Skansi Offshore, og her hevur hann siglt í skjótt 13 ár. Hann er fimm vikur umborð og fimm vikur heima.

 

Sjálv tók Marjun studentsprógv í 2009, og hon gjørdist heilsuhjálpari á Føroya Heilsuskúla í Suðuroy í 2011. Í 2015 tók hon hægri handilsskúlaprógv, og hin 1. mai í ár byrjaði hon í starvi sum skrivstovufólk hjá Føroya Arbeiðarafelag.

 

Í eini fýra ár var hon í starvi hjá Posta og koyrdi post út í Sandoynni.  

 

Marjun og Ólavur búðu fyrstu tíðina á Oyri, men fluttu til Skopunar í januar í 2016, har tey vóru í gongd við at byggja sær hús. Húsini fingu tey innilokaði, og síðan gjørdu tey restina sjálvi. Tey fluttu inn í nýggju húsini í mars í 2017.  

 

Sum persónur luttekur Marjun S. Debes nógv í lokalumhvørvinum, har hon tekur eina hond í, har hon kann. Serliga í ungmannafelagshúsinum Samljóð í Skopun, og hon veitir eisini eina hjálpandi hond aðrastaðni, eitt nú, tá B71 hevur brúk fyri hjálp.

##med9##

##med10##

 

 

Marjun S. Debes gjørdist fyrst vald í Skopunar kommunu

Valúrslitið er greitt, og Marjun er toppskorari

Skopun hevur eitt stórt og vakurt havnarlag