Martin Kristoffur Kristiansen hevur í dag lagt út á heimasíðuna hjá Eiðis kommunu um knáu genturnar, sum vórðu heiðraðar í Kolshøll á Eiði fyri megnar avrik.
Tað var hin 22. mars, at skipað varð fyri Norðurlandameistaraheiti í inniróðri, har Eiðis Róðrarfelag var umboða við fimm rógvarum. Í aldursbólkunum U11 og U15 gjørdu eiðisgentur bart og vunnu heili fimm heiðursmerki.
Í gjárkvøldið vórðu hesar knáu gentur so heiðraðar í Kolshøll. Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu, bar teimum fagnaðarkvøðu, og síðan fingu tær eitt páskaregg í part.
- Á áskoðaraplássunum sótu foreldur, systkin og onnur í familjuni hjá gentunum. Hesi vóru sum vera man errin hesa fagnaðarløtuna, og errin kunnu øll í Eiðis kommunu vera av hesum røsku gentum.
##med2##
Soleiðis siga tey á heimasíðuni hjá kommununi, og her verður lagt aftrat:
- Við hesum vil Eiðis kommuna ynskja Jóhonnu Høghamar, Victoriu Høghamar, Sirið Mørkøre, Onnu Drós Sommer og Eyðbjørg Ejdesgaard hjartaliga tillukku við heiðursmerkjunum.
Eftir hátíðarhaldið varð aðalfundur róðrarfelagsins settur. Áðrenn fundin høvdu tríggir limir boðað frá, at teir ikki stilla uppaftur. Tískil skuldu tríggir nýggir limir veljast, umframt tveir tiltakslimir.
Nýggju nevndarlimirnir eru hesir: Guðrun Ejdesgaard, Tove Kruse Samuelsen og Andras Reinert. Tiltakslimir eru: Rói Zachariasen og Jórun Møller Jacobsen.
##med3##