Sjey nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Seks tilburðir eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Í Í løtuni er óvist, hvussu tann eini persónurin hevur fingið smittuna. Allir sjey persónarnir eru avbyrgdir, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Í gjár vórðu 1003 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 183.962 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 546 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 518 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 28 persónar smittaðir í løtuni.
Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna