Heimsmetið hjá Oddvá viðurkent

Tá Oddvá Sedea Nattestad í januar luttók í svimjikapping í Íslandi, RIG, var ein av tíðum hennara somikið góð, at talan var um heimsmet.

Tað er ein tilgongd at fáa heimsmet viðurkend, men nú er hetta komið uppá pláss, og metið stendur í metlistanum hjá Virtus Sport.

 

Metið sum Oddvá tók var í 100m bringu á langgeil, har hon svam tíðina 1.28:47

 

Oddvá varð kosin besti kvinnuligi parasvimjari í kappingini.

 

Oddvá er 18 ár, og hevur svomið síðani hon var 5 ára gomul. Hon venur á 1. liði hjá Havnar Svimjifelag, og gongur á Skapandi fyrireikingarbreyt á Glasi.

 

Oddvá venur 9 ferðir um vikuna, so svimjingin er ein stórur og týdningarmikil partur av lívi hennara. Hon er í bólkinum II3, sum er fyri vælfungerandi fólk í autismuspektrinum.

 

Í august í ár skal Oddvá luttaka í Virtus World Swimming Championships 2025, sum verður í Bangkok, Teilandi.

 

Tað verður spennandi at fylgja við um hon fer at taka fleiri met í tí kappingini.