Hetta merkir at:
- Røktarheimini verða aftur stongd fyri vitjandi fyribils í tvær vikur við virkna beinanvegin
- Virkis- og venjingarstovur, sum hava fast pláss á Lágargarði og á Boðanesheiminum, verða fyribils stongdar í tvær vikur
- Allar liðvenjingar fyri heimabúgvandi borgarar verða fyribils niðurlagdar í tvær vikur
- Móttøkan í Heilsuhúsinum hevur bert telefonmóttøku. Telefonnummarið er 302010 og móttøkan svarar frá kl. 08.00 til 15.30 gerandisdagar, tó fríggjadag frá 08.00 til 15.00
- Borgarar, sum fáa heimatænastu, fáa tænastu sum áður, men tað kunnu vera smávegis broytingar fyri einstaka borgaran
- Tilhaldini í Tórsgøtu, í Nólsoy og í Kollafirði lata ikki uppaftur fyribils í tvær vikur.
Tænastan til borgarar við demenssjúku, sum eru í dagtilboði, heldur fram, tó møguliga við smærri broytingum.
Heilsu- og umsorganartænastan hevur greiðar mannagongdir fyri, hvussu farast skal fram, nú støðan við korona aftur broyttist.
– Hóast tað er at harmast um, at so strong tiltøk aftur mugu setast í verk, so verður væntað, at støðan verður meira smidlig hesaferð, skrivar Tórshavnar kommuna.
Í eina tíð hevur Heilsu- og umsorganartænastan testað starvsfólk. Hendan skipanin fer at halda fram og verður nú víðkað. Umframt at verja borgarar á røktarheimum og heimabúgvandi, sum fáa tænastu, so skapar hetta størri tryggleika millum starvsfólkini, sum ikki í sama mun sum áður nýtast at stúra fyri at bera smittuna inn á heimini.
– Næstu dagarnar fer Heilsu- og umsorganartænastan, alt eftir hvussu koronastøðan í landinum tekur seg upp, at arbeiða við, hvussu til ber sum skjótast at venda aftur til so vanligar umstøður sum gjørligt, sigur Tórshavnar kommuna.