Fríggjakvøldið vóru tvey føroyingalið í leiki í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Adrian R. Justinussen var á vøllinum í 73 minuttir, tá hann og liðfelagarnir í Hillerød vunnu 2-1 á B93 á útivølli.
Øll málini vóru skotin í fyrra hálvleiki. Tobias Arndal legði Hillerød á odda í 21. minutti. 13 minuttir seinni økti Monday Etim til 2-0. Stutt undan steðginum minkaði B93 um munin, men nærri komu teir ikki.
Hillerød er fremst í deildini við sjey stigum fyri tríggjar dystir.
Týsdagin klokkan 17 spælir Hillerød dyst í donsku steypakappingini móti BK Viktoria.
Meinhard E. Olsen spældi allan dystin, tá Kolding á heimavølli vann 3-1 á HB Køge. Í fyrra hálvleiki syrgdu Sterling Yateke við tveimum málum, og Jakob Vadstrup fyri, at Kolding var á odda 3-0 í steðginum. Tíðliga í seinna hálvleiki fekk HB Køge pyntað um úrslitið.
Kolding er næstfremst í deildini við seks stigum fyri tríggjar dystir.
Týsdagin klokkan 17.15 spælir Kolding dyst á útivølli í donsku steypakappingini móti Odense KFUM.