Svøríki leikti aftur javnt móti ibiriskum liði í HM-endaspælinum í manshondbólti.
Í dysti í HM-millumbólki 3 í Unity Arena høllini í Bærum uttanfyri Oslo leikti Svøríki javnleik 37-37 móti Portugal. Í steðginum var støðan javnleikur 18-18.
Andreas Palicka, ið mangan hevur verið ein brandur í svenska málinum bjargaði bara 13 prosent av málroyndunum hesaferð.
Í sama bólki vann Brasil 28-24 (13-10) á Chile.
Portugal hevur fimm stig, og Svøríki og Brasil hava fýra stig. Spania hevur trý stig, meðan Noreg og Chile einki stig hava.
Klokkan 19.30 byrjaði dysturin millum Noreg og Spania, har norðmenn eru pískaðir til at vinna.
Svøríki-Portugal 37-37 (18-18)
Toppskjúttar Svøríki: Albin Lagergren 7, Niclas Ekberg 6, Lukas Sandell 4, Eric Johansson 4.
Toppskjúttar Portugal: Luis Frade 7, Francisco Costa 5, Martim Costa 5, Victor Iturriza Alvarez 5.
Brasil-Chile 28-24 (13-10)
Toppskjúttar Brasil: Haniel Langaro 8, Gustavo Rodrigues 5, Rudolph Hackbarth 4.
Toppskjúttar Chile: Esteban Salinas 7, Erwin Feuchtmann 5, Matías Paya 5.
Skráin:
22. januar: Svøríki-Portugal 37-37 (18-18)
22. januar: Brasil-Chile 28-24 (13-10)
22. januar: Noreg-Spania (klokkan 19.30)
24. janaur: Spania-Portugal (klokkan 17)
24. januar. Svøríki-Brasil (klokkan 17)
24. januar: Chile-Noreg (klokkan 19.30)
26. januar: Portugal-Chile (klokkan 17)
26. januar: Spania-Brasil (klokkan 17)
26. januar: Noreg-Svøríki (klokkan 19.30)