Skráset oljutangan og tak hann úr nýtslu rættstundis

Skráset tín oljutanga og tak hann úr nýtslu, áðrenn hann gerst ov gamal.

Soleiðis ljóða boðini frá Tórshavnar kommunu, sum skrivar, at sum grundeigari og tryggingartakari eigur tú alla ábyrgdina fyri, at oljutangin lýkur lógarásetingarnar. Les her, hvussu tú tryggjar tær, at tangaviðurskiftini eru í lagi á tínum matrikkli:

 

Sambært kunngerð nr. 124 frá 11. september 2018 um at fyribyrgja dálking frá oljutangum, skulu allir oljutangar í kommununi skrásetast. Harafturat skulu allir gamlir tangar takast úr nýtslu, soleiðis at borgarar, kommunur og náttúra okkara sleppa undan kostnaðarmiklari umhvørvisdálking og upprudding.

 

Tú avgreiðir bæði skráseting og frámelding av oljutanganum í skrásetingarskipanini hjá kommununi. Vit mæla samstundis brúkarum av øðrum hitaloysnum til eisini at skráseta sínar hitaloysnir í skipanini.

 

Fyri at hjálpa tær at fáa greiðu á øll viðurskifti, hava vit savnað alla viðkomandi kunning og vegleiðing til tín á kunningarsíðu okkara, sum tú finnur her:

 

Skráset tín oljutanga og tak hann úr nýtslu rættstundis