HM: Týskland vann bólk A - møta Danmark týsdagin

Sveis og Kekkia fylgja Týsklandi til millumumfarið

So er eisini innleiðandi bólkur A í HM-endaspælinum í manshondbólti avgreiddur.

 

Í Boxen-høllini í Herning vann Týskland greiðan 29-22 sigur á Kekkia. Kekkia var tó væl við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var støðan javnleikur 11-11.

 

Í hinum dystinum í bólki A vann Sveis 30-28 (18-15) á Póllandi.

 

Týskland vinnur bólk A við seks stigum. Sveis hevur trý stig, Kekkia hevur tvey stig, og Pólland endar aftast við einum stigi.

 

Týskland tekur fýra stig við sær í millumumfarið. Sveis og Kekkia taka eitt stig hvør við sær í millumumfarið.

 

Í millumumfarinum skulu Týskland, Sveis og Kekkia spæla dystir móti Danmark, Italia og Tunesia.

 

Stórdystur millum Danmark og Týskland verður í Boxen í ovurmorgin.

 

Týskland-Kekkia 29-22 (11-11)

 

Toppskjúttar Týskland: Renars Uscins 8, Juri Knorr 5, Lukas Mertens 3, Marko Grgic 3, Lukas Zerbe 3.

 

Toppskjúttar Kekkia: Dominik Solák 7, Stanislav Kašpárek 4, Tomáš Piroch 3, 

 

Pólland-Sveis 28-30 (15-18)

 

Toppskjúttar Pólland: Damian Przytuła 9, Kamil Syprzak 4, Ariel Pietrasik 4, Marek Marciniak 4. 

 

Toppskjúttar Sveis: Lenny Rubin 5, Dimitrij Küttel 5, Noam Leopold 5, Gino Steenaerts 4, Lucas Meister 4.