Høgni er nýggjur limur í uttanlandsnevndini

Løgtingið hevur í dag umskipað nevndir í kjalarvørrinum av útskiftin í landsstýrinum hjá Tjóðveldi

Høgni Hoydal er valdur í Norðurlandaráðið fyri Erling Eidesgaard, sum misti tingsessin, eftir at Tjóðveldi valdi Johan Christiansen, sum var nummar 17 á listanum hjá Tjóðveldi á seinasta løgtingvali, til landsstýrismann. Harvið misti Erling Eidesgaard, ið sum nummar 9 á listanum var triðið varatingmaður floksins.

Bjørt Samuelsen løgtingsforkvinna er nýggj í Útnorðurráðnum, har hon eisini avloysir Erling Eidesgaard.

Høgni Hoydal er nýggjur limur í uttanlandsnevndini.

Dennis Holm avloysir Høgna Hoydal í fíggjarnevndini.

Hervør Pálsdóttir avloysir Dennis Holm í mentamálanevndini.

Annika Olsen er vald til løgtingsgrannskoðara, eisini fyri Erling Eidesgaard.